Nýtt lag er nú at hoyra og tað er við Sigmundi Zachariassen.
- Lagið eitur "Locked Inside", og snýr seg um at vera stongdur inni ein góðveðurs sunnudag. Í hesum tíðum er tað helst nógv fólk, ið hava verið í somu støðu. Vindeyguni í sjónbandinum kunnu næstan roknast sum fongsulsrimar. Eisini sæst nýggja korona hársniðið, ið nógv hava fingið sær seinastu tíðina, sigur Sigmund Zachariassen.
- Fyrr í ár gav Sigmund út lagið "Given Up On Hope". Og eru hesi bæði løgini at rokna sum smakkiroynd til kommandi fløguútgávuna "The Everlasting Pump", ið kemur út seinni í ár, sigur Sigmund.
Lagið er at hoyra her: