Sunnudagin 6. september skal landsliðið fyri fyrstu ferð í hesi EM undankappingini royna seg á heimavølli. Tá kemur Kekkia fyri aðru ferð á Svangaskarð, og við avrikinum í Sarajevo í fyrrakvøldið í huga, so stendur Allan Simonsen við tí fyri ein venjara positiva trupulleikanum, at hann skal taka støðu til, um tað skulu gerast nógvar og stórar útskiftingar, ella um hann skal halda seg til tað fólkið, sum sammett við ússaliga avrikið í Talinn 4. juni, tá Føroyar taptu 5-0, útinnti avrik, ið var ein stór uppreisn.
Uppreisnin var móti einum liði, ið ikki vísti seg at vera so ágangandi, sum tað var fyri einum ári síðani, tá Danmark varð sent til hús við 0-3 tapi, men sum samstundis var væl betri, enn liðið hjá Estlandi var, sum vann 5-0 á Føroyum.
Uppskriftin
Uppskriftin til, at føroyingar megnaðu at avmarka tapið til tað eina hepna málið, sum kom, tá seinna umfarið var hálvrunnið, var væl skipað verjuspæl, og ikki minst hugburðurin um at vilja stríðast fyri søkini.
Ein fyri allar og allir fyri ein, plagdi at vera niðurlagið fyrstu árini, tá Páll Guðlaugsson hevði leiðsluna, og tað var nakað tað sama, sum sást mikukvøldið. Hugburðurin til samhaldsføstu uppgávuna var ein heilt annar, enn hann var í Estlandi, og í verjupartinum megnaðu føroyingarnir at halda seg til tað, venjarin hevði álagt teimum.
Taktikkurin var, at tað vóru økini og ikki menninir, sum skuldu ansast. Tað vil siga, at føroysku verjuspælararnir og miðvallararnir skuldu ikki renna langar teinar aftaná stjørnunum úr stóru europeisku fótbóltstjóðunum, men teir skuldu sleppa og yvirtaka.
Serliga í sambandi við yvirtøkurnar kann hetta hava trupulleikar og misskiljingar við sær, men tað bilti ikki. Í síðsta enda hevði hetta við sær, at stóri munurin, hvat konditiónini viðvíkur, ikki kom til sjóndar síðstu løtuna, og tað hevði aftur við sær, at møguleikarnir fyri bíligu málunum, sum viðhvørt eru skolaði ígjøgnum síðsta korterið, komu ikki.
Tætt í borðunum
og mitt fyri
Í báðum borðunum spældu menn, sum ikki hava verið á hesum plássunum ofta. Pól Thorsteinsson hevur ongantíð áður verið vongverji í høgru, og Henning Jarnskor, ið eftir ein hálvan tíma var við í uppspælinum til eitt tað frægasta føroyska álopið, sum endaði við, at hann heilfluktaði við síðuna av, hevur ikki verið í byrjunaruppstillingini síðani 20. august í fjør, tá hann røkti vongverjaplássið í vinstru síðu. Hjá báðum eydnaðist væl at skerma fyri, og tað var rár hending, at bosniararnir megnaðu við ferð at koma til baklinjuna og leggja innfyri. Teir løgdu innfyri onkra ferðina, men tað var eftir, at teir høvdu vent út frá aftur, og so var føroyska miðverjan komin uppá pláss.
Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen spældu mitt fyri. Teir dekkaðu tætt, taklaðu væl, og teir vóru sterkir í høvuðsspælinum.
Tað var fryktandi fyri, at bosniararnir fóru at spæla skjótt eitt tvey samanspæl og harvið við neyvum sendingum at stinga seg inn um føroysku verjuna, men hetta gjørdu teir sera sjáldan. Oftast var tað uttanfyri brotsteigin, at tann, sum skuldi vera millumstøðin, fekk bóltin, og hann hevði mest sum altíð ein føroying dygst aftanfyri seg og fekk ikki spælt víðari.
Pólverski dómarin, sum ikki var serliga vinarligur móti føroyingunum, dømdi nøkur fríspørk í hesum støðunum, og tað var eftir eitt slíkt, at bosniararnir fingu mál, tá bólturin rakti í beinið á Óla Johannesen og snýtti Jákup Mikkelsen, men í øllum hinum førunum kom einki burturúr fríspørkunum, og tað var sjáldan, at Jákup Mikkelsen varð settur uppá stórar royndir í sambandi við fríspørkini.
Lítið framrættað
á miðvøllinum
Eftir stóra vónbrotið í Estlandi var týðuligt, at setningurin hjá miðvallarunum var meiri at hjálpa verjuni enn at stuðla álopinum.
Julian Johnsson, sum viðhvørt vann bóltarnar eftir høgu og longu útspørkini frá Jákupi Mikkelsen, var næstan eyka miðverji. Hann fekk tíðliga gula kortið, men tað tóktist ikki nerva hann serliga nógv, og avrikið hjá honum sammett við í Estlandi var sum dagur móti nátt.
Allan Mørkøre vísti í høgru, at hann hevur nógvar royndir. Tað eydnaðist honum onkuntíð at sneiða onkrar mótstøðumenn av sær, men so rendi hann seg fastan, tí eingin var at bjóða seg til í eitt tvey samanspæli ella at senda langar krossbóltar til. Merkisvert var, at Allan Mørkøre var sera disiplineraður í verjupartinum, har hann arbeiddi væl saman við Pól Thorsteinsson.
Sámal Joensen og John Petersen skuldu vera meiri framrættaðir enn hinir báðir miðvallararnir. Sámal var viljasterkur sum altíð, men tað var sjáldan, at hann luttók serliga nógv í framrættaða spælinum, tí verjuparturin kravdi so nógv. Gula kortið var óneyðugt.
John Petersen stóð fyri besta framrættaða avrikinum. Hann megnaði at halda uppá bóltin og bjóða av, samstundis sum hann var sterkur í verjupartinum.
Lítil stuðul
Á toppinum vóru treytirnar hjá Una Arge ikki góðar. Hann hevði lítlan stuðul aftanífrá, men hann var viljasterkur, og tað var harmiligt, at skotroyndin úr stuttari fjarstøðu í høgru eftir 19 minuttir skuldi taka í stólpan og fara út, og at potingin úr vinstru, eftir samanspæl við John Petersen og rennibólt skuldi fara framvið málinum. Tá vóru 33 minuttir farnir.
Tá tað restaði eitt lítið korter fekk Jákup á Borg møguleikan, og tað var væl skiljandi, tí Uni Arge hevði tuskað nógv og serliga í 2. hálvleiki var stuðulin lítil.
Treytirnar hjá Jákupi á Borg í altjóða fótbólti at vísa, hvussu málsøkin hann er, vóru vánaligar.
Broytingar
Verjuparturin var so góður hesa ferð, at tað verður torført hjá venjaranum at broyta. Og tað vil aftur siga, at royndir spælarar sum Øssur Hansen og Jan Dam (ætlar at venja í Danmark) ikki kunnu rokna við, at plássið stendur púra opið og bíðar eftir teimum.
Tað hevur verið sagt, at Jens Martin Knudsen hevur ikki spælt seg av liðnum, og tað hoyrist úr Íslandi, at hann stendur seg sera væl. Tað er upp til landsliðsvenjaran at avgera, hvør skal standa í málinum móti Kekkia, men Jákup Mikkelsen gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum mikukvøldið. Eina ferð var innleggið hægri, enn hann hevði roknað við, men sum heild vardi hann væl fyri og bjargaði ofta, hóast uppløgdu møguleikarnir hjá Bosnia-Hersogovina ikki vóru so nógvir, og útspørkini vóru bæði long og neyv.
Í álopspartinum manglaðu Todi Jónsson og Jan Allan Müller. Næsta uppgávan verður á heimavølli, og um venjarin velur at hava eina eitt sindur meiri framrættaða útgangsstøðu, so er upplagt, at hesir báðir koma uppá tal, um teir vera væl fyri.