Rópini gerast harðari og harðari. Tað rungar millum húsini. Eg hoyri ikki hvat eg sjálv hugsi, tí gangurin er so øgiligur. Alt er á gosi ? handlarnir, sum ikki eru fluttir ella ekspropieraðir, tí teir ikki vildu flyta við góðum, eru afturlatnir henda merkisdag. Fólk tysja út á gøturnar. Merkini veittra frá fleiri bygningum, serliga teimum hjá Tórshavnar Kommunu. Teir hava eisini spesielt nógv at feira. Nú er dreymurin hjá býráðnum gingin út. Norrøna liggur so prúð og stór á Glade Hjørn! Er hetta ikki stórt?
Fútastova, Café Natúr og Hotel Djurhuus eru ikki longur. Hvat skuldu vit eisini hava tey til? Tey vóru bara til fortreð - ein fløskuhálsur. Einki pláss var, hvørki so ella so. Nei. Nei. Burtur við teimum. Tey vóru heldur ikki serliga pen ella prýðilig. Tey vóru eisini tey einastu, sum veruliga forðaðu fyri nýggja rakstrarrópinum/ verkætlanini hjá Tórshavnar Býráð: "Norrøna í miðbýin, Norrøna í miðbýin." Ja. Og so sjálvandi Tinganes, men tað var so skjótt at spreingja í luftina og gekk so væl í hond at javna við jørðina, at tað bert var ein pinkalítil lýsing í "teimum gulu" ein leygardag, sum kunnaði um hendingina.
Onkur hevur onkuntíð hildið, at tað hevði verið hugfarsligt at tikið oman av Havnará og latið hana uppaftur og eisini lagt eitt fýramannafar í hana júst sum í gomlum døgum, men hví í allari víðu verð skuldu vit tað? Og so var hetta "prosjektið" alt ov roksut og "nostalgiskt."
Nú er skrædlað omanav so lættliga, sum var tað ein sardindós, teir lótu upp, og so heilt niðan til Sparikassan. Á ja. Tað gloymdi eg at nevna. Hann er eisini burturfluttur. Harragud, hann var frá 1832. Koyr alt hatta gamla skramblið burtur. 171 ára gamalt grót. Hvat skal tað til?
Ebenezer er nú í "Meksiko" og Handilskjarnin í "Kina." Her er einki óført. Latið upp fyri nýggju føgru verðini.
Kondittaríið, harafturímóti, var longu friðað í klassa A, tí tað er jú staðið, har býráðið tekur sínar ordiliga stóru avgerðir, hevur onkur lýttað mær í oyrað.
Og so er tað Tinganes, hetta vælsignaða stað. Var tað ikki eisini bara til fortreð? Og Reynið sjálvt? Gamlar kroysur, sum næstan eru so tættar, at teir stuðla sær upp at hvørji aðrari fyri ikki at detta. Næstan einki betong ella asfalt, og slettis einki pláss til bilar. Óruddiligt og ótespiligt. Og hvør hevur brúk fyri at minnast tað gamla ella ganga og spáka sær út á Reyn? Nei. Hetta er einki at varðveita, fjálga um og røkja.
Tað er burtur ? sprongt burtur við høvdi og gørnum. Sjó- og Vektabúðin, Stokkastovan, Klettaskot, undir Kletti!, Kristnastova, Nýggjastova, Baianstova, Gongin, og sum nevnt, Fútastova, Knútsstova, Vertshúsið - alt er horvið. Her er sum hjá H.C. Andersen: "Alles ist væk, væk, væk." Havi hug at lippa.
Og løgmaður. Ja, hann mundi eisini farið í luftina, men tað var av heilt øðrum orsøkum. Portugálið er heldur ikki til longur. So gloyma vit eisini lættari ótespiligu Gablatíðina. Ud af øje, ud af sind, ha?
Men afturfyri alt sum farið er, kunnu tey, ið ferðast við nýggju Norrønu, bert rætta hondina yvirum til Føroya Banka og veksla sær pening. Føroya Banki hevur nú eina spesiella avgreiðslu á fjórðu hædd. SMS hevur drive-in og Føroya Banki hevur sail-in. Hugsið tykkum. Standa á dekkinum og rætta hondina út! Fantastiskt, ha? Onkur nevndi, at tað hevði verið skilagott, at Norrøna sigldi á Kollafjørð, men hví tað, tá hon kann liggja og duffa so hugfarslig á Glade Hjørn?
Eri vavd inn í dýnuna, sum ein onnur klutrimamma, so eg næstan ikki sleppi burturúr henni aftur. Sveittin lekur av mær ? eg berjist sum úlvur á skóg. So rakni eg við. Tað var bert ein marrudreymur. HETTA VAR BERT EIN MARRUDREYMUR.. ? I have a dream.................