Náttúrunnar syklus

Vindurin togar nú aftur í greinarnar
nær við at blása burt smásteinarnar
soleiðis kann vindur vera ímóti trøunum
men treisk hava gott tamarhald á bløðunum

Men tá ið tað líður ímóti heysti
hava tey kortini á bløðunum mist festið
frá at vera grøn til gul ella brún
rekast tey nú aftur um geilar og tún

Børkur øll trø hevur í vetur vart
í regni kulda tá ið veðrið var hart
líka umráðandi sum klædningur á veggi
ella um tú vilt skalið á einum eggi

Nú so berar upp í luft peika greinar
hendinga fuglur uppiyvir leikandi sveimar
hatta var tað sum trøini høvdu at bjóða í ár
lætta har ta sól luftløgini nú brádliga vár

Um tað mundið børnini fara út aftur at spæla
tykist grønka á fjøllum og farið at nala
ber berligheit burtur aftur vaksa gomul strá
er kerligheit turkur lætnar vaksna gloymda trá

Nú stendur alt í fagrasta blóma
prýðkar bæði bygd og bý til miklan sóma
fuglar aftur kunna reiðrast uppi á grein
nærkask nú summar heiðrast skal teirra heim

Niðri í jørðini røturnar hava havt nógva saft
fyri at klára veturin og várið við nýggjari kraft
staðið hava leingi í nógvari sevju og tøð
burtur komin úr evju og bera aftur bløð

Summar vælafturkomið tú vera skalt
nýggju mánaðir síðani síðst mangan var kalt
við lívgandi sól og summar hita
ofta vár longsul úti aftur kunna at sita

Sita við vikublaðnum og lesa blaðgreinarnar
aftaná vind og teir fuknu smásteinarnar
ella hava eyguni vend á greinarnar við blaði
ið nú veksur aftur á hvørjum einasta træi

Óla Jákup Thomsen