Enn eini sethús í Sandavági eru keypt til sambýli fyri sinnisveik í grannalagnum, har verandi sambýli Undir Fobbakletti longu er.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, váttar, at húsini vórðu keypt tollaksmessudag, og at keypsprísurin er 1,9 millión krónur. Hetta svarar til metingarprísin, sigur landsstýrismaðurin.
Grundin til at enn eini hús í Sandavági eru keypt til sambýli, er tann einfalda, at her fekst mest fyri pengarnar, sigur landsstýrismaðurin. Tað, at húsini at kalla eru grannahús við verandi sambýli ger, at til ber at reka tey undir einum. Soleiðis at skilja, at tey vera undir sama leiðara, og at tað í ávísan mun eisini ber til at brúka somu starvsfólk í báðum húsunum. Eitt nú náttarvaktirnar, vísir landsstýrismaðurin á.
? Vit fáa ein nógv bíligari rakstur á hendan hátt. Her hava vit tvær smáar búeindir, men samstundis ein størri stovn, sigur Hans Pauli Strøm. Vit hava fingið tvær flugur fyri eitt slag. Her fáa vit nógv meira burtur úr færri krónum, enn neyðugt hevði verið at nýtt, um vit skuldu keypt eini hús aðrastaðni, sigur hann.
Tað praktiska í samband við nýggja sambýlið er ikki komið uppá pláss enn. Eitt nú, hvussu nógv búfólk fara at búgva í húsinum, hvussu nógv starvsfólk neyðugt verður at seta í starv, og nær latið verður upp. Tey málini verða avgreidd sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin.