Byggingin í Hoyvíkshaganum grør um gangandi fót. Komandi summar verður eftir ætlan eitt nýtt og stásiligt samkomuhús klárt at taka í nýtslu. Tað er Meinigheitin í Hoyvík, ið skal hava nýtt samkomuhús.
Jóni Johannesen er fyristøðumaður hjá Meinigheitini í Hoyvík, og hann vónar, at nýggja samkomuhúsið kann takast í nýtslu komandi summar.
-Byggingin er júst byrjað. Formarnir eru fyri stuttum settir upp í kjallaranum. Ætlanin er, at jørð- og betongarbeiðið verður liðugt um 23. juli í ár, og tíðarætlanin hjá okkum heldur rímuliga væl, sigur Jóni Johannesen.
Sjálvfígging
Meinigheitin í Hoyvík er góð 20 ára gomul. Fyrstu mongu árini varð hildið til í Hoyvíkarskúla, men síðan 2002 hevur samkoman havt innivist í einum gomlum húsum upp á Brekku í Hoyvík.
Virksemi hjá Meinigheitini í Hoyvík er munandi økt seinnu árini, og tørvurin á einum nýggjum og størri samkomuhúsi er stórur. Í dag eru millum 80-100 vaksin knýtt at samkomuni. Sunnudagsskúlin telir um 100 børn, og millum 40-70 ung eru føst fús at taka lut í ungdómsvirkseminum hjá samkomuni
Spurdur, hvussu nýggja samkomuhúsið verður fíggjað, svarar Jóni Johannesen, at nýggja samkomuhúsið verður fíggja við lántøku og gávum frá privatum fólki.