Eftir hvørt kommunuval verður nýtt stýri valt í SEV. Hetta hendi á eykaaðalfundi í felagsskapinum í morgun.
Limirnir vórðu valdir í hvørjum av teimum sjey økjunum sær, og bert í tveimum økjum vóru fleiri enn eitt valevni í uppskoti.
Nýggja nevndin skipar seg sjálv, og formaðurin skal finnast millum fyrr nevndu í hvørjum øki sær. Nevndin í SEV situr í fýra ár, sama sum valskeiðið hjá kommunustýrunum. Tað er Jákup Suni Lauritsen úr Sørvági (til vinstru), ið hevur sitið sum formaður seinastu fýra árini.
Tey, ið vald vórðu, eru fylgjandi:
Norðoya Øki:
Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvík, afturvaldur
Katrin Næs, Hvannasund
Eysturoyar Øki:
Karl Rasmussen, Skála, nývaldur
Mortan Højgaard, Toftir
Norðstreymoyar Øki
Karl Olsen, Vestmanna, nývaldur
Hans Martin Andreasen, Kvívík
Vága Øki
Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur, afturvaldur, sitandi formaður
Jákup á Stongum, Sørvágur
Sandoyar Øki:
Bødvard Hjartvardsson, Dalur, afturvaldur
Poul Clementsen, Sandur
Suðuroyar Øki:
Jens Johannesen, Tvøroyri, nývaldur
Frits Poulsen, Sumba
Suðurstreymoyar Øki (Tórshavn):
Bogi Andreasen, Hoyvík, nývaldur
Marin Katrina Frýdal, Hoyvík