Nú verða íbúðirnar bygdar

Formarnir eru longu komnir á staðið, og arbeiðið fer í gongd beinanvegin.

 

Sands kommuna hevur í kvøld samtykt at játta byggiloyvi til Bústaðir, sum í næstum fer at byggja fimm íbúðir á Sandi, sum hvør verður á 77 fermetrar.

Formarnir eru longu komnir á staðið, og arbeiðið fer í gongd beinanvegin.

- Talan er um íbúðir frá útlendskum framleiðara - SEVE - og tað verður SH-Bygg sum fer at innrætta og gera íbúðirnar klárar.

Í Sands kommunu vita tey í kvøld at siga, at íbúðirnar ætlandi skulu verða klárar at flyta inn í seinni í hesum árinum.

- Vit ynskja byggiharranum hepna hond við arbeiðnum, leggja tey aftrat í Sands kommunu.

##med2##