Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein eystan, til Skotlands. Hósdagin fer lágtrýstið væntandi at flyta seg í ein norðan og væntast síðani at liggja nærum í frið nær ella yvir Føroyum.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan, um naáttina landsynning. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina skýggjað og regn og hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein eystan og um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, undir 10 m/s. Stundum regn ella ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, undir 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.