Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum seinasta heyst gjørdi av at niðurleggja farleiðina hjá gomlu Ternuni II inn á Skálafjørð og hjá Smyrli upp á Vág, vakti tað miklan ans í økinum báðum. Orsøkin hjá landsstýrismanninum var at ruturnar fíggjarliga vóru ein kleppur um beini á Strandferðsluni, heldur enn rutur, sum fíggjarliga bóru seg.
Tó so, landsstýrismaðurin hevði ikki ætlanir um at sleppa fjarbúgvum heilt uppá fjall, tí ein snarbussur var settur í leið ístaðin.
Fjarbúgvar vóru uppøstir, tí hetta tók frá teimum møguleikan at búgva á Skálafjørðinum og arbeiða í Havn, varð sagt. Ein onnur orsøk var, at tað var hættisligari at ferðast yvir land enn sjóvegis á vetri.
Um hetta er so ella ikki, skal verða ósagt, men veruleikin er tann, at fjarbúgvar hava brúkt rutuna.
Men ikki øll hava verið so fegin um hetta, og tað sást best tá eysturoyartingmenninir løgdu fram uppskot sum nágreiniliga ásetti hvar landsstýrið skal skipa fyri sjóvegis sambandi.
Uppskotið fekk triðju viðger mánadagin og ikki kann sigast annað enn, at orðaskiftið á tingið var merkt av klandri tá avgerðin um Skálafjarðarsiglingina og Vágssiglingina skuldi takast.
Eysturoyartingmenninir vardu síni sjónarmið sum best, meðan landsstýrismaðurin sóknaðist eftir boðum um hvaðani fíggingin til farleiðirnar skuldi koma frá. Eftir hansara tykki var tingið væl á veg at gera gjøldur við sær sjálvum, tí tað ráddi mest um at binda landsstýrismanninum nakað um armin, sum hann prinsipielt var ímóti.
Fíggjarliga óforsvarlig
Finnbogi Arge segði, at avgerðin um at niðurleggja farleiðina inn á Skálafjørðin var tikin við teirri grundgeving, at hon bar seg ikki. Alt ov fá ferðafólk nýttu farleiðina inn á Skálafjørðin til at hon fíggjarliga kundi forsvarast, og ein útrokning, sum Vinnumálastýrið hevði gjørt segði, at hon bar seg ikki.
Landsstýrismaðurin nevndi, at einans 18 fólk nýttu farleiðina í meðal, og tað metti hann ikki at farleiðin var fíggjarliga forsvarlig. Hann nevndi, at hallið av skálafjarðarleiðini var um 2,3 mió. krónur um árið. Hetta sammetti hann við tær 500 túsund krónurnar, sum ta kostaði at hava snarbussin koyrandi.
Páll á Reynatúgvu var samdur við landsstýrismanninum. Hann segði tað verða eina stóra skomm, at eysturoyartingmenninir høvdu lagt uppskotið fyri tingið, tí tingið hevur einki at gera við slíkt. Páll vísti á, at ferðaumstøðurnar inn í eysturoynna vóru so góðar, at tað var spill av resoursum í ólukkumát, at hava skip siglandi har inn eisini.
Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum segði í eini viðmerking, at eisini hann helt tað vera púra óneyðugt at blanda seg í slíkt, sum landsstýrismaðurin hevði avgjørt, og, legði hann afturat, - hetta er bert eitt dømi um, at Føroyar lata seg ikki stýra.
Knógvaði ígjøgnum
Men tað vóru eisini nakrir, sum kortini vóru samdir við uppskotssetarunum. Einki floksmark var, sum forðaði mánadagin, og tað var ein flekkutur flokkur, sum atkvøtti uppskotið ígjøgnum.
Sámal Petur í Grund talaði, sum verða man fyri uppskotinum. Hann segði við Páll á Reynatúgvu, at tá ein oyggj hevði møguleikar fyri dupultum sambandi, so skuldi hetta ikki vera ein forðing, men heldur ein møguleiki.
Hann helt eisini, at landsstýrismanninum vantaði framskygnið, tá hann helt at tað bert skuldi siglast við gomlu Ternu.
? Farleiðin kann útbyggjast. Kanningar hava fyrr víst, at tað er skilagott at byggja, ella útvega annað skip enn Ternuna at røkja rutuna, segði Sámal Petur og vísti á, at tað meiri enn so kundi hent seg, at hesar kanningar enn eru á rættari leið.
Hendrik Old atkvøddi eisini fyri uppskotinum. Hann segði, at tað var ikki so ofta, at ein kudni senda eina bumbu inn í samgonguna fyri einans tvær milliónir, og tí atkvøddi hann fyri uppskotinum. Ein onnur orsøk var, segði hann, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði sovið í tímanum við játtanini til meir pening til suðuroyarleiðina.
? Høvdu boðini verið farin til Strandferðsluna fyrr, so hevði eg atkvøtt annarleiðis, men nú verður tað sum tað er.
Uppskotið hjá eysturoyartingmonnunum var samtykt við 15 atkvøðum fyri og 13 ímóti, meðan tvær vóru blankar. Tveir tingmenn vóru ikki á fundi.
Nær siglingin byrjar aftur er ikki greitt, men landsstýrismaðurin í vinnumálum segði, at Strandfaraskip Landsins fáa boðini um at taka farleiðirnar uppaftur frá honum.