Nú verður brotssparkskapping

B36 javnaði til 2-2 í síðstu sekundunum í longdu leiktíðini, og nú verður riggað til brotssparkskapping

Tað er øgiligur dramatikkur á Tórsvølli. Í evstu seku,ndunum í longdu leiktíðini javnaði Stefan Radosavljevic til 2-2 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum. Bólturin sang í nettakinum, og fagnaðurin var øgiligur.

Tað var ikki undarligt, tí eftir at The New Saints hevði lagt seg á odda 2-1 í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini, sá tað út til, at B36 var á veg úr kappingini.

Nú verður brotssparkskapping.

 

B36 - The New Saints 1-1 (0-0)

1-0: Michal Przybylski 47.

1-1: Leo Smith 81.

1-2: Dean Ebbe 112.

2-2: Stefan Radosavljevic 121.

B36: Rói Hentze Mørk – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen (Erling D. Jacobsen, 111.), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen, 112.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 67.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen (Stefan Radosavljevic, 85.) – Sebastian Pingel

Á beinkinum eru Símun Rógvi Hansen, Jóhann Hansson Joensesn, Andreas Thomsen.

 

--

Fýra minuttir legði dómarin aftrat vanligu leiktíðini, men støðan er framvegis 1-1, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í vanliga dystinum.

Støðan er framvegis 1-1, og tí verður nú riggað til at spæla longda leiktíð, sum er tvær ferðir eitt korter.

B36 legði seg á odda beinanvegin eftir steðgin við máli, sum Michal Przbylski skoraði, og níggju minuttir undan leikloki javnaði Leo Smith. Beinanvegin eftir, at B36 hevði skorað, varð heimaliðið pressað langt aftur á vøllin, og tað var ikki óvæntað, tá ið gestirnir javnaðu til 1-1.

 Lítlu løtuna undan leikloki fótaði B36 sær aftur, og um stóran hálvan tíma verður greitt, um tað fer at eydnast B36 at vinna seg víðari í kappingini.

 

B36 - The New Saints 1-1 (0-0)

1-0: Michal Przybylski

1-1: Leo Smith

B36: Rói Hentze Mørk – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen (Erling D. Jacobsen, 111.), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen, 112.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 67.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen (Stefan Radosavljevic, 85.) – Sebastian Pingel

Á beinkinum eru Símun Rógvi Hansen, Jóhann Hansson Joensesn, Andreas Thomsen.

 

-

82 min.

Nú er 1-1 á Tórsvølli.

Eftir at B36 beinanvegin í seinna hálvleiki legði seg á odda 1-0, fingu walisisku gestirnir alt meiri tak á dystinum, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir, javnaði The New Saints

Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnaðist gestunum at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá B36.

Málskjúttin Leo Smith var eftir eitt tvey samanspæl púra leysur mitt fyri, tá ið hann smekkaði til. Rói Mørk Hentze í B36 málinum var um reppið at bjarga, men bólturin datt akkurát inn um strikuna.

Um tað endar við javnleiki verður tvær ferðir eitt korter longd leiktíð.