Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Afturmeldingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar atkvøðurnar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum mánadagin eftir. Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt.
(Tilnevningarnar hjá monnum koma á in.fo í dag og í kvøld)
Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Aftur í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll.
Tí aftur í ár verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein sending á FM1, í sjálvum Reinsaríinum í hjartanum í Havn. Her verður reyður løbari, har spælarar, venjarar og onnur verða avmyndaði, umframt at okkurt verður at eta og drekka. Pláss verður fyri áleið 300 gestum.
Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama
Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.
Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnuskot«, sum var ov torført at definera. Ein ungur spælari er ein, sum hevur U21-landsliðsaldur.
Nýggjur heiður
Í fjør høvdu vit á fyrsta sinni heiðurin ársins landsliðsspælari. Í fjør var tað hjá monnum, sum tá høvdu spælt HM 2018 undankapping. Í ár verður ársins landsliðsspælari hjá kvinnum valdur. Hetta er besti spælarin í innleiðandi undankappingini, har Føroyar vunnu á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi, umframt EM-undankappingina, har Føroyar tíverru taptu allar dystirnar.
Ársins lið í 4-4-2 uppstilling
Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.
Í 2013 varð liðið stillað upp í 433 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 442. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við.
Áleypari ella miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí.
Sum útgangsstøðið, so telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Adrian Justinussen, Símun Samuelsen, Árni Frederiksberg, Meinhard E. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen allir verða bólkaðir sum miðvallarar.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar mánadagin eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.
Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin 30. oktober.
Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at kvøða fyri teirra egna liði.