Nú verður nógv strangari at keypa byrsu í Føroyum

VÁPNALÓG Nú sleppur ongin longur at skjóta fugl ella haru uttan fyrst at hava verið á skeið í skjóting, og uttan at hava fingið vápnaloyvi frá fútanum

Tíðin, tá ið hesin bara kundi fara valsandi inn í ein handil at keypa sær eina byrsu, er skjótt farin.
Nú er ætlanin at herða føroysku vápnalógina munandi og tað merkir, at øll, sum keypa og brúka byrsu, skulu fyrst á skeið at læra seg at brúka byrsu.
Tá ið byrsuprógvið er fingið til høldar, skulu tey eisini søkja fútan um eitt vápnaloyvi.
Tástaðni ber til at fara í handilin at ogna sær eina byrsu.

Óheppið
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, staðfestir, at sum støðan er nú, er bara ein treyt fyri at sleppa at keypa byrsu og hon er, at tú hevur fylt 18 ár.
Hann heldur, at hetta er óheppið, tá ið hugsað verður um, hvussu vandamikil byrsa eru.
Hann samanber tað við, at tað krevst serstakt loyvi til at koyra bil, krana og trukk og tey, sum ætla sær til sjós, sleppa ongan veg, fyrr enn tey hava verið á trygdarskeiði.
Tí ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um at herða føroysku vápnalógina, so at tey, sum keypa byrsu, skulu fyrst hava skeið í at brúka byrsu og síðani skulu tey hava eitt serligt vápnloyvi frá fútanum.
Og tað sama er galdandi fyri tey, sum longu eiga byrsu, tí tey sleppa heldur ikki at brúka hana, fyrrenn tey hava verið á skeið og fyrrenn vápnaloyvið frá fútanum eru fingin til høldar.
Hinvegin verður framvegis ólógligt at ogna sær riflu og onnur skotvápn
Til tað krevst eitt serstakt loyvi frá fútanum og tað eru næstan bara alarar, sum fáa tað við tí endamálið at verja aliringarnar fyri kópi.
Hesar nýggju reglurnar fáa onga ávirkan á ta støðuna.
Herdu reglurnar eru heldur ikki galdandi fyri luftbyrsur, fjarðabytrsur og byrsur sum verða brúktar í samband við slakt.

Ástøði og skjóting
Kári P. Højgaard sigur, at skeiðið, sum krevst skal vara í minst átta tímar og skal vera býtt sundur í ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Tann ástøðiligi parturin skal vara í minst seks tímar og tann verkligi parturin skal vara í minst tveir tímar.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður privata vinnan, sum skal bjóða byrsuskeið, men tað kann eisini hugsast, at kvøldskúlin fer at bjóða slík skeið.
Annars skal sjálv skjótiroyndin vera á skjótibreyt.
Enn er ikki avgjørt, hvussu dýrt skeiðið verður, men tað verður tann, sum fer á skeið, sum skal rinda kostnaðin.
Í ástøðiliga partinum skal dentur leggjast á at brúka byrsuna trygt. Tey, sum eru á skeiði, skulu eisini læra um byrsur og lóður og hvussu tey verða goymd trygt. Somuleiðis skulu tey læra um rætta fjarstøðu til málið, skotið verður eftir, og um tey brek, byrsur kunnu hava og.
Í skjótiroyndini skulu tey, sum eru á skeiði, sleppa at royna seg sum mest við sjálvum vápninum.
Í skjótiroyndini skal havast í huga í, at í Føroyum verður byrsa mest brúkt til at skjóta fugl og haru við.

Kann nokta vápnaloyvi
Tá ið prógvið er fingið til høldar, verður eisini neyðugt at søkja fútan um eitt vápnaloyvi.
Men hevur fútin avgerandi orsøk til at halda, at umsøkjarin verður til ampa og vanda fyri seg og onnur, kann hann nokta fyri at ganga umsóknini á møti.
Talan kann vera um fólk, sum hava framt so grov revsibrot, tey eru ikki skikkað at eiga vápn.
Í hesum føri kann talan vera um, at umsøkjarin hevur framt grovan harðskap, hevur hótt fólk, ella, forfylgt fólki.
Talan kann eisini vera um aðrar persónvandamiklar brotsgerðir, sum tað eitur.
Sostatt skal fútin kanna revsiváttanina hjá teimum, sum søkja um vápnaloyvi.
Fútin kann eisini noktað at geva vápnaloyvi har umsøkjarin hevur sálarligar trupulleikar.
Kári P. Højgaard sigur eisini, at fyri at halda vitanina og royndirnar við líka, er neyðugt at vápnaprógvið verður endurnýggjað fimta hvørt ár ella so.
Somuleiðis skal vápnaloyvið endurnýggjast fimta hvørt ár, so at fútin kann meta um, antin nakrar broytingar eru hendar, og sum hava havt við sær, at umsøkjarin ikki longur er skikkaður at hava byrsu.
Annars kann fútin altíð taka eitt vápnaloyvið aftur, tá ið umstøður stinga seg upp, sum føra við sær, at viðkomandi ikki longur er skikkaður at eiga byrsu.
Tá ið vápnaprógvið skal endurnýggjast, er skeiðið ikki meiri enn helvtin av tí upprunaliga skeiðinum, ella í mesta lagi fýra tímar.

Eitt ella tvey ár
Kári P. Højgaard sigur, at tey, ið longu eiga byrsu, tá ið lógin kemur í gildi seinni í ár, fáa eina skiftistíð á eitt ella tvey ár at fáa sær vápnaprógv og vánpaloyvi til høldar.
Í hesum tíðarskeiði kunnu tey fáa eitt fyribils vápnaloyvi, sum gevur teimum loyvi til at brúka byrsurnar, tey longu eiga.
Men tey sleppa ikki at keypa nýggja byrsu.
Tey, ið eiga byrsu, sum tey ikki brúka, sleppa frá at fáa sær skeið ella vápnaloyvi, men afturímóti hava tey so heldur ikki loyvi at brúka byrsuna, tí vilja tey skjóta, mugu tey fáa prógv og váttan í hús. Tey sleppa heldur ikki at keypa tey sær nýggja byrsu.
Tey kunnu heldur ikki lata byrsuna frá sær, uttan at móttakarin hevur tryggjað sær bæði prógv og loyvi.


Í fínasta lagi
Hallur í Heiðunum er royndur skjútti og formaður í aldargamla harufelagnum, Klappjaktini, í Trongisvági og hann tekur av fullum huga undir við, at reglur verða settar í gildi, sum økja um trygdina, har vápn eru uppi í leikinum.
Hann sigur, at í Klappjaktina hava tey altíð lagt stóran dent á, at trygdin skal vera í hásæti.
Tí eru tað nógv ár síðani, at teir í felagnum fóru at tosa um at tað hevði verið rætt at hert reglurnar fyri at brúka byrsu.
- Vit vóru ógvuliga áhugaðir at verða undangongumenn á økinum og tí tosaðu vit eisini um at seta okkum í sambandi við myndugleikarnar um at tey, sum handfara byrsu, skulu hava serligt loyvi til tað.
- Vit vóru eisini sinnaðir at bjóða landsins myndugleikum at brúka okkara felag sum eina roynd at finna eina hóskandi skipan.
- Vit tosaðu einaferð um, at vit skuldu vera fyrsta felag í Føroyum, har vit allur skuldu hava byrsuloyvi.

Vit spæla við
Hann sigur, at tey komu kortini ikki hartil, at tey gjørdu meiri við tað.
- Men nú málið stingur seg upp aftur, fara vit avgjørt ikki at seta okkum ímóti tí, men fara at spæla við, sigur formaðurin í Klappjaktini.
Kortini heldur Hallur í Heiðunum, at eisini teir í Klappjaktini áttu at fingið eitt slíkt lógaruppskot til hoyringar, so at teir fingu høvi at gera viðmerkingar til tað.
- Vit vildu fegin sloppið at sagt okkara hugsan um hesi viðurskifti við tí fyri eyga at fáa eina so góða og smidliga skipan sum gjørligt, sigur hann.
Nýggjasta ætlanin um at herða vápnalógina, hevur ikki verið til viðgerðar í felagnum og tískil vil Hallur í Heiðunum ikki meta nágreiniliga um, hvørja støðu felagið hevur til smálutir í málinum.
- Men vit hava einki ímóti, at fólk, sum fáa sær byrsu, skulu hava loyvi til tað.
Hinvegin veit hann ikki, hvat hann skal halda um skeiðið, sum skal til fyri at fáa byrsuprógv.
- Tað veldst um, hvussu umfatandi tað verður og, hvussu nógv tað fer at kosta.
- Í Klappjaktini eru tað menn, sum bara skjóta einstakar ferðir og hjá teimum verður tað møtimikið at rinda alt ov nógv fyri eitt skeið, eisini í sambandi við, at tað skal endurnýggjast fimta hvørt ár.
Annars sigur Hallur í Heiðunum, at í Klappjaktini sleppur ongin at skjóta, teir ikki hava fult álit á, dugir at handfara byrsu.
- Tað er eisini komið fyri, at vit hava skipað fyri okkara egnu, óformligu, skeiðum, so at siga, har royndir skjúttar hava lært óroyndar skjúttar, hvussu byrsa skal handfarast.

Nógv arbeiðið til avmarkaða nyttu
Skal vápnalógin herðast, so at øll skulu hava vápnaloyvi frá fútanum, fer tað at krevja eitt ógvuliga stórt, umsitingarligt arbeiði.
Tað sigur Tønnis Wardum, politistur, sum situr við slíkum málum hjá politiðnum.
Hann hevur ikki lisið uppskotið, Kári P. Højgaaard, landsstýrismaður ætlar at leggja fyri Løgtingið, so hann fær ikki sagt so nógv um smálutirnar í málum.
Men í eini stuttari viðmerking sigur hann, at sum er, situr hann einsamallur við slíkum málum í øllum landinum. Og skal hann framhaldandi vera einsamallur, verður tað ein avbjóðing av teimum stóru at klára at umsita økið, har eisini revsiváttin hjá teimum, sum søkja um vápnaloyvi, skal kannast.
Hann ivast eisini í, hvørja nyttu tað ger at øll skulu hava vápnaloyvi.
- Eg dugi ikki at síggja, hvørjar trupulleikar, tað loysir, at vit krevja vápnaloyvi frá teimum, sum keypa byrsu og um vit skulu skráseta allar byrsur.
- Verður ein byrsa brúkt til okkurt, hon ikki er ætlað til, ella beinleiðis til ein ógerning, kann eigarin skjóta seg innundir, at hon er stolin og so fær hann eina lítla bót fyri ikki at hava meldað stuldurin.
Annars heldur Tønnis Wardum, at vit eiga at fáa eina heilt nýggja vápnalóg, sum umfatar øll vápn, tí á hesum øki er nógv broytt, síðani vápnalógin, vit hava, varð smíðað fyri yvir 50 árum síðani.