LANDSLIÐIÐ
Fyrrapartin í gjár vóru landsliðsspælararnir aftur í sving. Eftir heimkomuna seint leygarkvøldið og fríløtu sunnudagin fóru teir í gjár undir fyrireikingarnar til avbjóðingina ímóti Litava. Tann dysturin verður spældur á Svangaskarði mikukvøldið klokkan 18.30.
Litaviska landsliðið skuldi koma til landið í gjár. Teir búgva í høvuðsstaðnum, og í kvøld fara teir at venja á Svangaskarði.
Føroyska liðið vandi á vøllinum við Løkin í Runavík fyrrapartin í gjár. Nógva avfallið sunnudagin hevði við sær, at grasvøllurin á Toftum varð mettur at vera so mikið bleytur, at tað ikki varð hildið ráðiligt at venja á honum.
Føroyska liðið skuldi ikki venja í gjárkvøldið. Tá var ætlanin, at teir skuldu mýkja vøddarnar í svimjihylinum.
Nítjan spælarar
Allir spælararnir, sum vóru í Skotlandi leygardagin, vóru á vøllinum í sambandi við venjingina fyrrapartin í gjár. Súni Olsen var komin seg heilt yvir skaðan, sum helt honum uttanfyri leygardagin. Um ikki okkurt heilt óvæntað tekur seg upp, so verður hann aftur á vinstra vongverjanum í annaðkvøld.
Óli Johannesen gavst at venja rættuliga tíðliga. Tað var okkurt smávegis, sum fysioterapeuturin tók sær av, men talan var ikki um nakað, sum fer at halda metmanninum uttanfyri í annaðkvøld. Fyri Óla luttók Henrik Larsen sjálvur í venjingini. Lars Høgh hevði teir báðar málverjarnar, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, undir hond.
Heilsustøðan var so mikið góð, at læknin, Jens Pauli Marstein, og liðleiðararnir báðir, Birgir Hansen og Kári Nielsen, runnu eitt umfarið fyri og annað eftir kring vøllin, meðan Jógvan Martin Olsen stóð á miðjum vølli og hirsaði við spælarunum.
Umframt teir átjan, sum vóru í Skotlandi, so var Christian Høgni Jacobsen við í venjingini í gjár. Hann var leikbannaður leygardagin. Tað er bara møguleiki at hava átjan nøvn á dómaraseðlinum. Eingin spælari er sendur til hús enn, og eingin verður sendur til hús undan avbjóðingini í annaðkvøld. Tað verður ikki greitt fyrrenn í morgin, hvør spælarin verður, sum verður settur millum áskoðararnar.