Arbeiðið upp á nýggja Norðoyartunnilin gongur væl, og í dag verður so fyrsta skotið latið av Borðoyarmegin. Tað verður borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, ið skal lata fyrsta skotið av, og hetta verður klokkan trý seinnapartin í dag.
Eitt vet framman fyri tíðarætlanina
Stjórin í p/f Norðoyartunnilinum, Dávur Reinert Hansen, sigur, at arbeiðið gongur væl. Byrjanin var annars eitt sindur drálandi, sigur Dávur Reinert Hansen, men síðani mánaðarskiftið januar/februar er ferð komin á, og í løtuni eru teir einar 30 metrar framman fyri tíðarætlanina, og tað svarar til okkurt um eina hálva viku, sigur stjórin í Norðoyartunnlinum.
Eftir at skotið er latið av, verður farið í høllina, sum Norðoyartunnilin leigar beint við Timburhandilin, har móttøka verður. Tá fara nevndarformaðurin í p/f Norðoyartunnlinum, Bergur í Garði, landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm og borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen at flyta fram røðu.