Nú skal tað verða ólógligt at veiða øll sløg av kópi í Føroyum, og hetta bannið skal eisini umfata roysning. Tað er endamálið við einum uppskoti, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Í løtuni hava vit onga kópalóg í Føroyum, men tað fáa vit nú. Men hóast tað verður bannað at veiða kóp, kann landsstýrismaðurin geva loyvi til burðardygga kópaveiðu. Treytin verður kortini, at hvørt einstakt loyvi verður avmarkað til ávís øki og loyvini kunnu í mesta lagi verða galdandi í tvey ár ísenn.
Landsstýrismaðurin kann eisini geva laksaalarum loyvi at drepa kóp, sum ger skaða á aliringar, ella útgerð. Men eisini í hesum føri verða loyvini avmarkað til ávís øki, og tað verður tíðaravmarkað í fimm ár.
Men áðrenn alarar fáa loyvi at drepa kóp, skulu teir hava roynt onnur tiltøk fyri at forða fyri, at kópur ger skaða á aliringar ella útgerð. Og teir alarar, sum drepa kóp, skulu boða Havstovuni frá, hvussu nógvur kópur er dripin í hvørjum øki sær.
Høgni Hoydal sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at alt havsins tilfeingi eigur at verða varðveitt og gagnnýtt burðardygt, lívfrøðiliga og búskaparliga. Føroyingar eiga rættin til at gagnnýta alt livandi sjófeingi í Føroyum og undir Føroyum og tað skal eisini fevna um um hval og kóp. Og endamálið við hesum uppskotinum er at skipa kópaveiði í Føroyar.
Láturkópur er einasti kópur, sum nørist í Føroyum. Kópurin livir við Føroyar alt árið, og leggur í látrum fram við landi. Mett verður ikki, at láturkópurin ferðast ímillum lond í Norðuratlantshavi, men at hann er ein staðbundin føroyskur stovnur.
– Áður var steinkópur eisini við Føroyar, men hann er útdeyður umleið ár 1850, og tað kemur at kalla ikki fyri at hann sæst við Føroyar í dag.
– Annars hava føroyingar ikki veitt kóp í nýggjari tíð, sigur Høgni Hoydal. Alifeløg hava tó tikið kóp á føroysku firðunum, tá ið hann ger skaða á aliringar og á útgerð, leggur hann afturat.
– Fyri at tryggja, at vit varðveita hetta tilfeingið, verður kópaveiða frameftir skipað soleiðis, tað at tað skal verður neyðugt at fáa serstakt loyvi til at veiða kóp, og at øll veiða skal fráboðast, sigur hann. Samstundis skulu metingar gerast fyri at staðfesta, hvussu stórur stovnurin er, og hvussu nógv verður tikið burturúr honum. Harafturat skal øll veiða grundast á regluna um burðardygd, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at í USA er ein lóg sett í gildi, sum setir krøv til lond, sum útflyta fisk og fiskavørur til USA. Krøvini eru um hjáveiðu av havsúgdjórum í fiskiskapi og um avlíving av kópi í samband við aling.
– Skal laksur framhaldandi útflytast til USA, skal bann setast fyri tilætlaðari avlíving av kópi í samband við aling. Tað slepst valla undan, at kópur, í ein ávísan mun, verður dripin, tá ið hann ger skaða á aliringar og á útgerð, men tað skal vera innan fyri skipaðar karmar og tað skal eisini vera lívfrøðiliga burðardygt, sigur landsstýrismaðurin í veiðimálum.