Nú verður tað skorið út í papp hvør skal gjalda

Ivi hevur verið um, hvør skal rinda fyri forskúlar hjá frískúlum

 

Teir frískúlar í Føroyum, sum eisini hava forskúla, skulu viðgerast á sama hátt sum forskúlar í fólkaskúlanum.

Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum. Tí ætlar hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað eru kommunurnar sum skulu rinda fyri forskúlar í frískúlum.

Landsstýrismaðurin sigur í uppskotinum, at tað er ymiskt, hvussu kommunur skilja reglurnr um forskúlar.

Hann heldur, at forskúlaflokkar í frískúlum skulu viðgerast upp á sama máta sum forskúlar í fólkaskúlanum, og har er tað kommunan, sum rindar allar rakstarútreiðslur, eisini starvsfólkalønir.

– Hetta er ikki nóg greitt í frískúlalógini, og tí eru tað summar kommunur, sum halda, at landskassin eigur at rinda stuðulin til starvsfólkalønir. Hinvegin brúkar Tórshavnar Kommuna, og aðrar kommunur, tað, at tær rinda stuðul til rakstrarútreiðslur, eisini stuðul til starvsfólkalønir.

Men nú skal tað sostatt gerast púra greitt, at tað skulu vera kommunurnar, sum skulu rinda útreiðslurnar.