Við sigrinum á russiska Teimuraz í gjár hevur Rafael Nadalsett nýtt met fyri flestar sigrar á rað í French Open. Nadal hevur vunnið kappingina fýra ár á rað, og sigurin í gjár var nummar 30 á rað hjá honum í kappingini. Frá 1974 til 1981 vann amerikanska Chris Evert 29 dystir á rað.