Nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg?

Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð samgonguna - nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg?

 – Nær verður arbeiðsvikan stytt? 

Tað vilja vit fakfeløg í Fakfelagssamstarvinum fegin hava samgonguna at svara.

Vit umboða fleiri túsund limir og spyrja tí vegna limir okkara.

 

Vit spurdu í oktober, men enn hava forfólkini í samgonguflokkunum ikki svarað okkum.

Tí spyrja vit enn einaferð Aksel V. Johannesen, løgmann og formann Javnaðarfloksins, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn:

 

Nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg?

Vit vóna, at tey trý forfólkini í samgonguflokkunum virða limir okkara og svara spurninginum. Løgtingsval verður innanfyri eitt ár, og ætlar samgongan at stytta arbeiðsvikuna má berast skjótt at. Tí vænta vit skjótt at fáa svar frá Aksel V. Johannesen, Sirið Stenberg og Ruth Vang.

 

##med2##

 

Fakfelagssamstarvið

Starvsfelagið

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

 

Akademikarafelag Føroya

Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar