Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 329 fólkum, sum svara til 0,6 prosent.
Fólkavøksturin var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting á ávikavist 164 og 165 fólk. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.
Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu úr Føroyum, vóru uppaftur færri, sum fluttu til Føroya. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í tilflytingini heldur fram, meðan gongdin í fráflytingini ikki minkar eins nógv.