Nærleiki og kærleiki í øllum arbeiði við menniskjum

Tjóðveldi fer til val uppá hugsjónirnar og visjónirnar um tær frælsu Føroyar.

 

Við ítøkiligum uppskotum, um hvussu vit røkka loysingini við at skapa ein sjálvberandi búskap og taka øll mál á føroyskar hendur, so Føroya fólk frítt kann skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð.

 

 

 

Og vit fara til val uppá, hvussu vit loysa í gerandisdegnum: Hvussu vit hvønn dag arbeiða fyri at menna føroyskar loysnir, sum skapa betri og javnari livikor hjá fólki – har vit byggja á tað besta og dýrmætasta vit eiga og hava skapt í okkara landi. Og hvussu vit fíggja tað.

 

 

 

Og tað besta og dýrmætasta, vit eiga, eru tey menniskju, ið vaksa upp og liva her. Og tann nærleikin, førleikin og kærleikin, ið vit hava millum menniskju – eisini tá ið vit arbeiða professionelt.  

 

 

 

Øll, sum hava búð aðrastaðni, hava merkt tað. Í okkara vøggustovum, dagrøkt, barnagørðum og frítíðarskúlum, skúlum, heilsurøkt og eldrarøkt er eitt heilt serligt virði, sum er tað besta grundarlagið fyri okkara samfelag. Ein serligur menniskjaligur nærleiki, kærleiki og eitt fakligt arbeiði og umhvørvi, sum leiðarar og starvsfólk hava megnað at skapt. Vit skulu hava føroyskar loysnir. Menna ta serstøku føroysku námsfrøðina, undirvísingina og røktina. Og ikki avrita skipanir og loysnir úr stórbýum aðrastaðni. Í valskránni hava vit í Tjóðveldi m.a. sett hesi mál

 

 

 

  • Minstunormeringar skulu ásetast fyri námsfrøðingar og starvsfólk í vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og á sernámsøkinum - og fyrireikingartíð og ráðlegging skal tryggjast.
  • Næmingatalið í smæstu flokkunum skal setast niður.
  • Eftirútbúgving og førleikamenning til námsfrøðingar og lærarar skal styrkjast.
  • Sernámsøkið skal styrkjast í bæði vøggustovum, barnagørðum, fólkaskúla og frítíðarskúlum.
  • Námsfrøðingar og hjálparfólk skulu hava fyrireikingartíð og ráðleggingartíð í mun til barnatalið og barnabólkar.
  • Føst játtan skal vera til førleikamenning og eftirútbúgving hjá starvsfólki.
  • Starvsfólk og leiðarar á stovnum skulu hava rásarúm at leggja teirra serliga innihald í gerandisdegnum til rættis.
  • Skjót hjálp og tilboð til børn við serligum tørvi og bráðfeingis tørvi skulu veitast – eisini á smáplássunum.

 

 

 

Høgni Hoydal

 

X við E