Næstbesta deildin byrjar aftur

Ein dystur verður leiktur í 1. deild í kvøld

Nú verður tað ikki bara í bestu deildini, at bóltarnir skulu sparkast. Summarið er um at vera av, og í dag byrjar næstbesta fótbóltsdeildin aftur.

 

Tað er tó bert ein dystur, ið verður spældur í dag. Talan er um dyst ímillum tvey lið í ovaru helvt av deildini. Næstbesta liðið hjá KÍ skjýtur summarfestivalin ígongd við at taka ímóti 07/Vestur.

 

Undan dystinum er KÍ á 5. plássi við 33 stigum, meðan 07/Vestur er nummar tvey og á uppflytingarplássi. Vágamenninir hava higartil skavað sær 38 stig saman.

 

Talan er um 20. leikumfar. Hinir fýra dystirnir í hesum leikumfarinum í 1. deild verða spældir leygardagin.