Trond Giske ætlar sær at stríðast fyri at varðveita sætið sum næstformaður í Arbeiðaraflokkinum. Hann boðar frá mótálopum ímóti »fleiri grundarleysum og følskum ákrærum og lýsingum, eg als ikki kenni aftur«.
Tað skrivar hann á Facebook.
Trond Giske er suspenderaður eftir ákærur um, at hann hevur framt kynsligan ágang ímóti kvinnum.
– Í ljósinum av krevjandi støðuni, sum flokkurin er í, og tí at her er talan um álvarsligar ákærur, eru Trond Giske og eg vorðnir samdir um, at hann fyribils leggur frá sær sum næstformaður, skrivar floksformaðurin, Jonas Gahr Støri, í einum tíðindaskrivi í gjár.
Í dag skal floksleiðslan hava fund um málið.
Trond Giske viðgongur, at hann ikki kann sita sum næstformaður, sum støðan er nú.
– Eg havi í dag boðað floksformanninum, Jonas Gahr Støre, og floksskrivaranum Kjersti Stenseng fra, at sum støðan er, síggi eg tað sum ógjørligt at sita sum næstformaður í Arbeiðaraflokkinum á ein góðan máta, skrivar Trond Giske á síni Facebook-síðu.
Hann hevur verið sjúkrameldaður síðani 22. desember. Tað var dagin eftir, at hann harmaðist atburð sín.
– Eg eri enn sjúkrameldaður og takki teimum mogu, sum hava víst mær stuðul og álit í hesum døgum. Tað hevur stóran týdning fyri meg. Eg vóni, at framtíðin fer at vísa, at eg er hetta álit verdur, skrivar hann á Facebook.
Trond Giske leggur dent á, at hann ikki vil leggja frá sær sum næstformaður. Hann boðar frá mótálopi ímóti »fleiri ógrundaðum og følskum skuldsetingum og pástandum og lýsingum, eg ikki á nakran hátt kenni aftur«, skrivar hann.
Trond Giske hevur viðurkent, at hann hevur ført seg fram á óhóskandi hátt og ódámliga. Hann hevur harmast, at einstaklingar hava upplivað hann sum óhóskandi og ódámligan.
– Tað má eg taka á mín kappa. Tað er mín skyld, segði hann.
Tær neyvu ákærurnar eru ikki komnar fram. Men blaðið Verdens Gang hevur skrivað, at ein ung kvinna fekk »óynskt uppmerksemi« frá Giske.
Uppmerksemið var so óynskt, at hon fór úr flokkinum.
Floksleiðslan hevur sagt, at hon hevur móttikið fráboðanir um beinleiðis »hendingar« frá ymsum persónum.
/ritzau/NTB