Næsti tingfundur verður á ólavsøku

Sum væntað verður eingin tingfundur um suðuroyartunnilin fyri ólavsøku

Tingfundur er lýstur at vera á ólavsøku.

 

Í stýrisskipanini er ásett, at Løg­ tingið fer undir nýggja tingárið ólav­ søkudag klokkan 13, tá tingfundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøkurøðu løgmans.

 

Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga í skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, Havnar kirkju, har gudstænasta verður hildin. Og eftir gudstænastuna verð­ ur gingið aftur í Løgtingið.

 

Sambært stýrisskipanarlógini skal løgmaður í ólavsøkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landins til umrøðu. Tað verður gjørt á øðrum tingfundi í tingárinum, sum vanliga verður hildin beint efitr ólavsøku, tá skráin

 

er hendan: »Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um FG­ 001/2024 : Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2024«.

 

Tingfundur er á ólvasøku, soleiðis sum stýrisskipanin ásetir. Tað er einki nýtt í tí. Á ólavsøku byrjar nýggj tingseta. Men áðrenn Løgtingið fór til hús 19. mai í ár, samtykti Løgtingið at beina málið um suðuroyartunnil aftur í fíggjarnevndina.

 

Tí var ein møguleiki fyri, at fíggjarnevndin fór at viðgera uppskoti fyri síðani at leggja tað fyri tingið aftur.

 

Flestu mundu vita, at tað lá annað aftan fyri hesa avgerð, enn at fáa málið aftur í tingið. Hetta var fyri at »súlta« málið. Orsøkin var, at samgongan vildi útseta málið. Men um løgmaður hevði tikið málið aftur, so hevði onkur úr andstøðuna biðið um at fingið tað fyri tingið aftur, so sum tingskipanin ásetur. Tí var málið í staðin atkvøtt aftur í fíggjarnevndina og harvið var tað forkvinnan, Eyðgunn Samuelsen, sum hevði avgerðandi orðið, um málið varð viðgjørt ella »súltað«.

 

Í stýrisskipanini er ásett, at Løgtingið fer undir nýggja tingárið ólavsøkudag klokkan 13, tá tingfundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøkurøðu løgmans.

 

Sambært stýrisskipanarlógini skal løgmaður í ólavsøkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landins til umrøðu. Tað verður gjørt á øðrum tingfundi í tingárinum, sum vanliga verður hildin beint efitr ólavsøku, tá skráin

 

er hendan:

 

»Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um FG­ 001/2024 : Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2024«.

 

 

 

Skráin fyri tingársins fyrsta tingfund er lýst á heimasíðuni hjá Løgtinginum at verða ólavsøkudag klokkan 13:

 

1. Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025

 

2. Framløga

 

Annar tingfundur verður hósdagin, 31. juli 2025, kl. 10:00, við hesi dagsskrá:

 

1. Aðalorðaskifti FG-001/2025 - Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025

 

2. Val av limum og 2 varalimum í Norðurlandaráðið

 

3. Framløga

 

Fríggjadagin 1. august klokkan 10 er aftur tingfundur við hesi dagsskrá:

 

1. Framhald av fundi frá 31. juli

 

2. Framløga

 

Síðani eru aftur fundir lýstir at vera:

 

12. augustu klokkan 11:00                      

 

26. augustu klokkan 11:00

 

28. augustu klokkan 11:00

 

1. september klokkan 11:00