Tað hevur gingið av skriðuni hjá týska manslandsliðnum, sum fyrireikar seg til EM-endaspælið á heimavølli í 2024. Tað kostaði Hansi Flick starvið, sjálvt um Týskland er tryggjað eitt pláss til EM-endaspælið.
Nýggjur maður í starvinum verður 36 ára gamli Julian Nagelsmann, sum eisini tók yvir í Bayern Munchen, tá Hansi Flick gavst har eftir góð úrslit. Tað gekk minni væl hjá 36 ára gamla eftirkomaranum, ið nú aftur skal taka við eftir Hansi Flick.
Týskland er sum vertstjóð ikki partur av undankappingini og spælir bara venjingardystir.