Nagli í hurðina á flakavirkinum í Sørvági

Alt virksemi á flakavirkinum í Sørvági er endaliga hildið uppat, og Føroya Sparikassi hevur biðið um, at maskinurnar verða seldar

 

Fiskivinna

Sørvági: Maskinurnar á flakavirkinum í Sørvági eru lýstar til sølu. Virkið er stongt og letur ikki upp aftur við verandi felag aftan fyri.

Hóast flakavirkið er stongt er nakað av lívi á bryggjuni í Sørvági. Teir koyra fisk inn á móttøkuna hjá Vinjardi, har hann verður skildur og vigaður, áðrenn hann fer á uppboðssøluna.

Eini tveir smærri útróðrarbátar standa uppi og fáa neyðugar ábøtur. Har ganga menn í oljuklæðum og spula og skrava. Tað er vist eisini rímilig tíð til sovorðið beint nú. Váróðurin er av, og líkindini eru batnandi í løtuni, so kanska tað verður møguleiki fyri at fáa ein slett av máling upp á eisini, áðrenn flotað verður aftur.

Vesturvón liggur longri úti. Hann riggar til at fara nýggjan túr. Kranin flytir plattar við troli og aðrari útgerð umborð.

Teir skulu mynstra flaggdagin. Tá verður farið ein svartkalvatúr vestureftir, siga teir frá.

Men flakavirkið er stongt. Steindeytt. Og maskinurnar, sum inni á virkinum standa, standa eisini aðrastðani í dag. Ein lýsing í Sosialinum sigur frá, at ein advokatur í Havn selur alla útgerðina, sum inni á virkinum er.

Tað er Ólávur Jákup Kristoffersen, advokatur, sum selur maskinurnar. Hann sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at hann selur vegna Føroya Sparikassa, sum hevur veð í ognunum hjá felagnu,m sum hevur rikið flakavirkið.

Talan er um eitt felag, sum sølufyritøkan Farex í Havn stendur aftanfyri. Eitt sonevnt »datopartafelag«, sum so aftur hevur staðið fyri leigu av bygninginum og rakstrinum av virkinum.

Men virkið hevur ligið stilt síðan áðrenn jól, so rakstur hevur eingin verið í vetur og í vár. Nevndarformaðurin í felagnum segði annars við Sosialin fyrr í vár, at teir løgdu virkið stilt eina tíð, meðan ávísar ábøtur vórðu gjørdar inni á virkinum. Millum annað nevndi hann tá, at frystiorkan var ov lítil og skuldi byggjast út. Síðan var ætlanin at fara undir at arbeiða saltfisk einaferð út móti páskum, segði hann tá.

Men har er so einki hent við tí, skilir Sosialurin í dag. P/F Vesturvón, sum eigur bygningin, hevði ongar rætlanir um at byggja frystiorkuna út, fingu vit tá at vita frá Vesturvón.

Seinni er so tað hent, at Vesturvón, umvegis Fútarættin, hevur stongt virkið, tí felagið hevur onga leigu fingið frá partafelagnum, sum stóð aftan fyri flakavirkið í Sørvági.

Nágreiniligu gondina í málinum tykist vera ógvuliga ringt at fáa lýst. Stjórin á flakavirkinum, Poul Arni Jacobsen, hevur onga viðmerking. Nevndarfomaðurin, Rói Egholm, er á fiskivinnumessu í Bruxelles. Tá vit høvdu hann í telefonini týsdagin, vildi hann ikki gera aðrar viðmerkingar enn, at virkið var stongt, og letur ikki uppaftur. Tað er ikki fíggjarlig orka til tað, skilja vit. Hann vísti annars til annan advokat enn tann, sum selur maskinurnar fyri Føroya Sparikassa. Hesin advokaturin segði seg tó einki hava við hasa søluna at gera og vildi ongar viðmerkingar gera yvirhøvur.

Stjórin á Vesturvón vildi bara vátta, at P/F Vesturvón hevði stongt virkið við hjálp frá Fútarættinum. Um Vesturvón fer at keypa maskinurnar, sum standa inni í bygninginum, felagið eigur, vildi hann ikki gera viðmerkingar til. Men hann sigur tó, at tað eru komnir fyrispurningar til Vesturvón frá persónum, sum eru áhugaðir í at leiga virkið, og lata tað uppaftur.

Sambært Ólavi Jákupi Kristoffersen, advokati, sum selur maskinurnar, er tað Føroya Sparikassi, sum hevur kravt tær seldar. Av kredittdeildini í Føroya Sparikassa fekst at vita, tá Sosialurin ringdi, at maðurin, sum umsitir málið, ikki var at hitta. Hann hevði ikki latið frætt aftur frá sær, tá blaðið fór til prentingar.

Eftir stendur so eitt tómt flakavirki á bryggjuni í Sørvági, sum Vesturvón hevur fingið Fútarættin at stongt, tí felagið, sum hevði leigað bygningin hevði ikki goldið leigu.