Tú nærkast ST-bygninginum frá eystaru síðu og við norðaru inngongd, rennur tú teg í standmyndina frá 1958, ið gjørd er at listamanninum, russaranum Evgeny Vutjetij. Standmyndin er av manni, sum við hamara í hond roynir at evna eitt plógjarn úr svørði. Inspiratiónin - ella tankarnir - til standmyndina eru at finna hjá Esajas profeti, har sagt verður:
»Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg, svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar. Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað« (Es.2.4.)
Fólkasløgini eru mong, ið møtast til fundar á ST høvuðsborgini í New York
Síðan ST í 1945 varð stovnað, hevur endamálið verið at fremja heimsfriðin, sjálvavgerðarrætt tjóðanna og virka fyri búskaparligari og sosialari menning víða hvar.
At byrja við var talið av limalondum 51. Nú - gott fimti ár seinri eru ikki færri enn 185 lond umboðaði í ST.
Stórsligin sjón at síggja - henda vakra heystardagin - øll hesi fløgg sum í húnarhátt veittraðu og boðaðu frá at júst teirra land var umboðað.
Tá eyguni fullu á tað íslendska flaggið, kundi eg ikki lata vera við annað enn at steðga á - og rann mær til hugs orð skaldsins: »har sum merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt« og gjørdist spurningurin mær viðkomandi: Nær man dagur upprenna - ella man dagur upprenna, tá Merkið veittrar á hesum stað?
Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki sum so. Her er talan um altjóða øki.
Tað var sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin John D. Rockefeller, sum á sinni gav uml. 60 mill. kr. til keyps av hesum øki við East River á Manhattan.
Økið bæði uttan og innan er merkt av nógvum listaverki, sum tey ymisku londini hava latið.
ST í fíggjarligum brotasjógvi
Tað sum eina mest hevur merkt orðaskifti á aðalfundinum og arbeiði annars í teim ymisku nevndunum er spurningurin (uppskotið) um nýggjan ST-bygnað - ein nýggjan ST-reform.
Meðan starvsfelagar mínir heima í Føroyum í hesum døgum stríðast í fíggjarnevndini, við uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, og helst við sveitta á pannu royna at halda tørn, soleiðis at avlopið hjá Anfinni Kallsberg uppá tær 18 milliónirnar ikki gerst eitt undirskot tá avtornar, ja so stríðast menn ikki minni heryviri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman viðvíkjandi rakstrinum av ST.
Sannleikin er, at ST er í stórum fíggjarligum trupulleikum og kemst hetta av, at mong limalond ikki hava goldið sín part av rakstrinum.
Skuldin er heilar 15 milliard kr. Og størsti skuldnarin, so løgið tað kanska ljóðar er USA, sum skyldar ikki minni enn 8 milliard kr.
Aðrir stórir skuldarar, sum í hesum sambandi verða nevndir eru Ukraine, Rusland og Brasilien.
Her skal fyri rættleikans skuld nevnast, at bert 7 limalond eru ajour við sínum gjaldi til ST - og Telist Danmark millum hesi.
Gjaldið frá Danmark til tann vanliga raksturin fyri 1997 liggur um 50 mill. kr.
Tann vanligi árligi raksturin hjá ST liggur um 8 milliard kr.
Afturat hesum kemur so raksturin til friðarvarðveitandi endamál kring knøttin, sum fyri tíðarskeiðið 1. juli 97-30. juni 98 er ætlaður at vera góðar 7 milliard kr.
Her kann so skoytast uppí, at útreiðslurnar til friðarvarðveitandi endamál fyri 1994, vóru heilar 3 ferðir størri, t.v.s. góðar 21 milliardir. Hetta komst serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia.
ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum.
Úr einum kassa
í annan
Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST?s, so var kassin til vanliga raksturin tómur longu í september mánað. Men sum onkur málbar seg henda dagin, at var ikki annar kassi at tikið úr, ja, so var enntá streymurin í ST bygninginum slitin.
Kassin, sum her var sipað ti, er kassin ætlaður til friðarvarðveitandi endamál.
Eg veit ikki um hetta hevði gingið gjøgnum nálareyga hjá føroyska landsgrannskoðaranum.
Skuldin hjá USA skyldast ikki manglandi førleika at gjalda, men heldur hevur hetta verið nýttur, sum ein støðugur háttur at mótmæla sjálvum bygnaðinum.
Hetta kom kanska einamest til sjóndar, tá USA serliga legði seg tvøran og fyribyrgdi, at Butros Butros Gali varð afturvaldur til aðalskrivara.
Hann var m.a. ikki mettur skikkaður at gera broytingar í bygnaðinum, soleiðis, sum USA serliga ynskti.
Skrivstovuveldi minkast
Nýggi aðalskrivarin, Kofi Annan, ið er skúlaður í USA hevur sum kunnugt gjørt uppskot til nýggjan bygnað.
Eygleiðarar vilja vera við, at uppskot hansara í stóran mun er snikkað eftir USA?sa leisti.
Tað sum USA hevur lagt serligan dent á, er at endamálið við bygnaðarbroytingunum skal verða at:
1) skrivstovuveldið (byrokratiið) í ST verður skert og effektiviserað
2) arbeiði hjá ST í nógv størri mun skal snúgva seg um frið/trygd, neyðhjálp og mannarættindi.
ES londini, Noreg, Ísland, Canada, Eystureuropeisku og SNG londini hava klárliga givið til kenna, at endamálið við broytingunum, ikki skuldu vera sparingar í sjálvum sær, men, ein effektivisering av ST-virkseminum sum heild, soleiðis, at tað sum sparast kundi í sjálvari fyrisitingini, átti at verið nýtt til menningarendamál.
Vinnur uppskotið um ST-reformin frama, so hevur tað m.a. við sær, at um 1300 størv verða niðurløgd tey næstu 2 árini.
Livst so spyrst.
Vitjanin hjá kinesiska leiðaranum
Í hesum døgum hevur USA havt vitjan av kinesiska leiðaranum Jiang Semin, sum fríggjadagin vitjaði Harvard universiteti í Cambridge (Boston).
Her vóru stór mótmæli frá útløgdum tibanesarum, taiwanesarum og kinverjum. Eisini luttóku amerikanarar í mótmælisgongum.
Serliga var dentur lagdur á mannarættarviðurskiftini í Kina.
Eftir vitjanina, var leiðarin fyri lærda háskúlan at síggja á skerminum, har hesin m.a. tók nakað soleiðis til:
»Tá slíkur leiðari vitjar tað mest demokratiska landið í heiminum, eigur hann sjálvandi at fáa at vita, hvat fólkið her hugsar og meinar um viðurskiftini í tí mest ódemokratiska partinum í heiminum?«
Au pair gentan
úr Onglandi
Sum vera man hava fjølmiðlarnir gjørt nakað burturúr vitjanini hjá Semin, men einki samanlíknað við hina 19 ára gomlu »aupair« gentuna, Louisu Woodwards úr Onglandi.
Hon kom úr Onglandi at arbeiða sum »au pair« hjá hjúnunum Eappen, í býnum Newton nakað norðanfyri Boston, stutt frá Framingham, har vit hava vitjað um vikuskifti.
Skuldi m.a. taka sær av tveimum smádreingjum.
6. februar í ár var hon handtikin og skuldsett fyri harðskap móti tí yngra beiggjanum, sum tveir dagar frammanundan var innlagdur á sjúkrahús og sum 9. februar doyði bert 8 mðr. gamal, orsakað heilaskaða (intercraniellum bløðingum).
Hon hevur allatíð noktað seg sekan, men 30. oktober varð hon av nevningatingi (9 kvinnum og 3 monnum) funnin sek.
Dagin eftir fall dómurin: fongsul fyri lívstíð.
Men longu dagin eftir, at hon kom inn at sita í kvinnufongslinum í Framingham, hevur ivi tikið seg upp hvat próvgrundarlagnum viðvíkur.
Róð hevur somuleiðis verið upundir, at tað møguliga eru foreldrini sjálv, ið vóru orsøkin til skaðan, ið førdi til deyðan hjá hesum lítla dreingi Matthes.
Týsdagin skal so dómarin, hvat skilst, taka støðu til hvørt dómurin skal ógildast, linkast ella standa við.
Sum sagt, hetta er tað sum sermerkti fjølmiðlarnar og forsíðurnar á teim mongu amerikansku dagbløðunum.
Marathon renning
Ein stórhending her í New York er tann árliga Marathon renningin, sum verður hildin sunnudagin seinast í oktober ella fyrst í november mánað.
Byrjað verður á Staten Island og runnið verður einar 45 km. gjøgnum býarpartanar Brooklyn, Queens, Bronx Manhattan, har komið verður á mál við Central Park.
Eini 30.000 fólk luttaka í sjálvari renningini og er okkum fortalt, at áskoðaraskarin á staðnum er um 2 milliónir fólk.
At nógv verður gjørt burturúr kann sigast, tá hugsað verður um leiklutin hjá útvarps- og sjónvarpsstøðunum. Ikki færri enn 7 helikoptarar verða nýttir, tíggju stórir »sjónvarpsbilar«, 30 upptøkutól og fleiri hundrað kamera- og tíðindafólk.
Lesið Sosialin í New York og Boston
Heimurin er vorðin alt minni og minni. Hugsa sær til, at vit sum føroyingar staddir í New York 30. oktober kl. 13.00 (tá er klokkan 19 í Føroyum) fara inn á Internetið og eftir lítið bil kunnu lesa hvat Sosialurin ella Dimman hava at siga dagin eftir. Hugaligt soleiðis ikki bert at lesa, men síggja myndirnar í slíkum kvaliteti, at blaðið fyri tað kundi ligið beint frammanfyri tær.
Nú tosað verður um møguleikar á Internetinum kann loksins nevnast, at vit á vitjan okkara á The Computer Museum í Boston, leitaðu eftir ávísari adressu í Føroyum - uttan úrslit.
Fingu so hjálp frá serkønum ið starvaðist har. Eftir løtu komu vit so inn á navnið faroe island. Slerdu upp, men ikki var lestnaðurin hugaligur - heldur ikki hjá honum, ið hjálpti okkum.
Myndin, ið kom á skermin var blóðreyð og avmyndaði grindadráp í Føroyum.
Yvirskriftin var »The Faroe Island - the blood islands« - Føroyar - blóðoyggjarnar.
Ja, soleiðis kann internetið eisini brúkast - ella rættari sagt misbrúkast.