Fleiri fólk fingu smærri skaðar av fýrverki nýggjársaftan. Ringasti skaðin var, at ein maður fekk okkurt í eygað
Hóast fólk nú eru betur ansin, og í hvussu er børn flest eru í trygdarbrillum um ársskiftið, henda altíð onkrir skaðar av fýrverki
FreddyiPoulsen, lænkni á Landssjúkrahúsinum, sum hevði vakt nýggjársnátt sigur, at fleiri fólk komu inn við smærri skaðum. Summi brendu seg í hondina, onkur fekk nakað á nøsina, ein annar á kjálkan, og ein fekk eina rakett á seg. Ringasti skaðin var, at ein maður fekk okkurt spreingievni í eygað. Hvussu álvarsligt tað er, er ov tíðliga at siga.
- Tað hevði ikki verið at leið, um øll vaksin eisini vóru í trygdarbrillum, sigur Freddi Poulsen.