Nám: Ferð á føroyskt

Ferð á føroyskt er ein bókaheild í eini komandi røð, sum fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Ljóðfílur, Læraravegleiðing við hópin av eyka tilfari og góðum hugskotum til aktivitetir.Lærarar hava umframt atgongd til Svarlista og transskriberingar av ljóðfílum.

 

Tilfariðer ætlað teimum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tað kann brúkast frá fjóðra/fimta flokki og uppeftir, umframt til vaksin.

 

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

 

Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

 

Hey!-heftini kunnu eisini brúkast sum ískoytistilfar til røðina "Ferð á føroyskt".

 

Tiltakið er í Námi á Hoyvíksvegi 72.