Námsfrøði er ein týdningarmikil liður í heimspekini

Námsfrøðin, sum vit kenna hana, hevur sum tað mesta úr vesturlendskari mentan, sínar røtur í gamla Grikkalandi, og hon er tætt samantvinnað við bæði heimspekina og etikkin. 

Sokrates, sum flest øll kenna sum ein av stóru heimspekingunum úr Grikkalandi, var sannur námsfrøðingur og lærari og  er serliga kendur fyri ta  “sokratisku samrøðuna”. Sokratiska samrøðan er dialogur millum ein undirvísara og ein næming ella student, har undirvísarin setur røttu spurningarnar, soleiðis at studenturin sjálvur kemur fram til røttu svarini, í staðin fyri at fáa tey handaði uttanfrá. Sokratiska samrøðan ella “sokratiska metodan”, sum hon eisini verður rópt, verður í dag eisini nýtt innan onnur fakøki, enn tað námsfrøðiliga og útbúgvingarliga, so sum eitt nú innan sálarfrøði og medisin.

 

Tá ið politiskir ástøðingar arbeiða við at menna besta og mest rættvísa samfelagið,  so gongur vegurin hagar uttan undantak gjøgnum uppaling og útbúgving og sostatt kann sigast, at námsfrøði er ein av týdningarmestu grundarsteinunum undir samfelagnum. Borgararnir, sum skulu mynda samfelagið verða mentir av sínari uppaling og skúlagongd, og tað kann ikki undirmetast, hvussu stóra ávirkan hesi viðurskifti hava á medferð og lívsáskoðan hins einstaka. Av tí sama, so er uppaling og útbúgving ein sentralur partur av ein hvørjari politiskum ástøði, og námsfrøðin ikki bara flytur seg við tíðarandanum – men er viðhvørt tað, sum broytir tíðarandan gjøgnum nýggjar politiskar hugsjónir, ið umfata ideir um røttu uppalingina og útbúgvingina.

 

Hvørja ferð vit ímynda okkum eitt rættvíst samfelag, ímynda vit okkum um somu tíð, hvussu børn eiga at verða uppald bæði til at kenna og virka væl í hesum ávísa samfelagnum – men eisini til at kunna verða við til at skapa tað. Líka síðani upplýsingartíðina hevur fólkaræðið verið í miðdeplinum, og hetta speglast m.a. í skúla – og dagstovnalóggávum í øllum fólkaræðisligum londum. Tó er fólkaræði eitt ógvuliga víttfevnandi fyribrigdi, og nógv er broytt innan námsfrøðina og útbúgvingarøkið gjøgnum hesi seinastu gott 200 árini.

 

##med2##

 

Tað var eisini í upplýsingartíðini, at nýggj fakøki so sum sálarfrøði og sosialvísindi mentust, og fakøki sum námsfrøði og bókmentafrøði gjørdust granskingargrundað. Áðrenn hetta høvdu tað mest sum einans verið náttúruvísindaligu fakini, ið granskað var í.

 

Í upplýsingartíðini vórðu nakrir av størstu teinkjarunum kendir fyri sína nýhugsan innan námsfrøðina, og ein hin fremsti á hesum økinum er ivaleyst heimspekingurin, Jean-Jacques Rousseau (1712-1778), sum í 1762 gav út bókina “Émile – ou de l´éducation” (“Emile – ella um uppaling og útbúgving”), sum var eitt stórt nýbrot innan námsfrøðiliga hugsan og barnaáskoðan. Her skal líka nevnast, at á fronskum merkir “éducation” bæði uppaling og útbúgving, og kann hetta geva íblástur í mun til, hvussu ein tulkar hesi bæði fyribrigdini.

 

Høvuðsboðskapurin í bókini um drongin Émile er, at børn skulu uppalast so frælst sum møguligt, og at uppaling og læring skal fella “natúrligt”, t.v.s. so ótvungið sum gjørligt. Børn skulu sleppa at vera børn, og man skal verja teirra samband við náttúruna, heimin og teirra egnar kenslur, meðan tey um somu tíð skulu verða uppald til at gerast “natúrligt siviliseraðir borgarar”,  ið kenna seg heima í (demokratiska) samfelagnum.

 

Tað er m.a. gjøgnum hesar hugsjónirnar hjá Rousseau, at kenda hugtakið innan námsfrøðina, pedagogiska paradoksið, hevur sín uppruna. Pedagogiska paradoksið snýr seg um, at børn skulu verða uppald til at gerast frælsir, sjálvstøðugir borgarar, ið duga at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt – men til tess at røkka hesum máli eru vit – námsfrøðingar, lærarar og undirvísarar – noydd at “stýra” teimum á hesa leið.

 

Barnaáskoðanin hjá Rousseau var veruliga nýhugsandi í samtíð hansara, har man sum heild ikki hvørki hevði virt barndómin sum virðismiklan ella týdningarmiklan í sjálvum sær. Heldur var man meira ella minni farin við børnum sum “smáum vaksnum”, har barndómurin var sæddur sum nakað, sum man bara skuldi ígjøgnum – og tað at geva barndóminum eitt nýtt og víðfevnandi virði hevur myndað alla vesturlendska námsfrøði síðan Rousseau.

 

Gransking innan sálarfrøði hevur síðani (frá seinast í 19.øld) eisini staðfest tann ómetaliga týdningin, barndómurin hevur hjá hvørjum einstaka, og hvussu upplivingar í barndóminum mynda restina av lívum okkara. Henda staðfesting undirstrikar týdningin av at hava ein góðan barndóm – og ein avgerandi liður í tí er nettupp at sleppa at vera barn, ímeðan man er barn.

 

Ein annar politiskur heimspekingur, Hannah Arendt (1906-1975), hevur eftir mínum tykki skrivað nakrar av teimum mest áhugaverdu hugleiðingunum um børn og útbúgving. Hugleiðingarnar hjá Arendt standa í andsøgn til eina rættiliga útbreidda áskoðan í samtíðini, nevniliga hana, at vit skulu uppala og búgva børnini til samfelagið, sum tað sær út her og nú, soleiðis at tey gerast klár til at kunna virka í júst hesum samfelagnum. Hetta er sambært Arendt ein skeivur hugsunarháttur.

 

Arendt meinar, at fleiri trupulleikar fylgja við tí at leggja størsta dentin á at uppala børnini til at klára seg í samtíðar samfelagnum. Ein trupulleiki er tann, at samfelagið kann broytast nógv áðrenn børnini gerast vaksin, og so kunnu teir førleikar, sum ein hevur lagt dent á í skúlagongdini vísa seg kortini ikki at vera so virðismiklir longur. Ein annar og óivað meira áhugaverdur trupulleiki er, at vit uttan at vilja tað, kunnu forða fyri stimbranini fyri nýhugsan hjá børnum og ungum við ov ítøkiliga at avgera, hvat tey skulu duga fyri at klára seg í nútíðarinnar samfelagnum.

 

Arendt nýtir mong áhugaverd hugtøk í sínum samfelagsanalysum, og eitt av hesum er hugtakið natalitetur, sum merkir “føðing” og sum Arendt nýtir í mun til nýhugsan; nýggjar hugsjónir og nýggjar byrjanir.

 

Hugtakið natalitetur er hjá Arendt fylt við optimismu og nærum óendaligum møguleikum, og her vísir Arendt seg sum ein visioner, sum leggur dent á, at vit altíð hava møguleikan fyri at byrja heilt á nýggjum, og at hetta “nýggja” kann fara langt út um tey mørk, sum vit eru von við og kenna. Hetta kann sjálvsagt tykjast ógvuliga abstrakt – men tá ið tað kemur til stykkis, so snýr tað seg aftur um at menna frælsa lyndið hjá børnunum og at menna teirra evni til at hugsa sjálvstøðugt. Tað er (einans) tann vegin, at nýggj hugskot og nýggir møguleikar, ið ein als ikki kann ímynda sær her og nú kunnu birtast, og tí er tað so umráðandi at geva pláss fyri hesum.

 

Arendt tosar í sama høpi um, at til tess at loyva børnum og ungum at mennast til fræls menniskju við møguleika fyri at skapa nakað í anda natalitetsins, so eigur skúlin at vera “konservativur”, skilt á tann hátt, at í skúlanum eigur ein at læra um heimin; søguna og øll tey neyðugu fakini, so sum mál fak, heimstaðarlæru, støddfrøði, náttúruvísindi, ítrótt, kreativ fak o.s.fr., men ein eigur ikki at formast til samtíðina, í mun til hvat samfelagnum tørvar beint nú.

 

Um vit hyggja at okkara samtíð úr sjónarmiði Arendts, so kundi man sagt, at tað er skeiv leið at leggja ovurstóran dent á eitt nú tøkni og bundnar, ofta tøkniligar uppgávur í skúlanum. Hetta merkir á ongan hátt, at tøknilig amboð ikki skulu nýtast í sambandi við læring – men harafturímóti, at tað skal vera meira pláss fyri sjálvstøðugum loysnum og uppfinningum í mun til læringina (heldur enn loysnir, ið eru rættar, og sum ein finnur ígjøgnum tøkniligar uppgávur).

 

 Eitt annað, ið ein kundi funnist at sambært Arendt er ævigi denturin, ið verður lagdur á, hvørja arbeiðsmegi nútíðarsamfelagnum tørvar. Fyri tað fyrsta, so hava vit ferð eftir ferð sæð, at hesin tørvurin ógvuliga skjótt kann broytast og harvið kann ein í grundini eisini skjótt koma til at svíkja tey ungu, og fyri tað næsta, so er hetta í ringasta føri at nýta tey ungu sum ein miðil til at uppfylla ein samfelagsligan tørv, heldur enn at stuðla menningini av teirra persónliga frælsi og integriteti.

 

Ein kann sjálvsagt lættliga finnast at hugsjónum Arendts og kalla tær naivar ella órealistiskar – men tað er umráðandi at minnast til munin ímillum eitt ideal og hin turra veruleikan. Um vit royna at nærkast idealinum, so merkir hetta ikki, at ongin fer at uppfylla neyðugu samfelagsuppgávurnar. Tvørturímóti merkir tað, at vit kunnu koma nógv nærri einum samfelag, har nýhugsan og kreativar loysnir finnast, ikki bert innan tøknina, tí ein varð leiddur tann vegin, men innan øll møgulig onnur øki eisini – og í summum førum øki, sum eru óhugsandi í løtuni, tí tey hoyra undir tað, sum Arendt kallar natalitetin.

 

Námsfrøðin er sum nevnt ein grundarsteinur undir politiska samfelagnum og ein óloysiligur partur av allari politiskari heimspeki. Seinastu áratíggjuni hevur tað yvirskipað tykist, sum at námsfrøðin skal vera ein miðil fyri politiskum áhugamálum – men hetta er púra skeiv gongd. Børn og ung eru ikki miðlar, ið skulu tæna einum samfelag gjøgnum at menna evni, sum politiskir myndugleikar halda seg hava tørv á júst nú til tess at menna fíggjarligan vøkstur og altjóða politiskt kappingarføri.

 

Fremsta uppgávan hjá námsfrøðini er at menna fræls og sjálvstøðug børn og ung, ið kunnu bjóða samfelagnum nýggjar tankar og ideir. Og rættvís og fræls samfeløg, ið byggja á ástøði innan politiska heimspeki, kunnu einans røkkast gjøgnum eina útbúgving, ið gevur pláss fyri fyrst og fremst frælsari hugsan, harnæst fyri grundleggjandi fakligari vitan.

 

Politisku myndugleikarnir eiga at lurta meira eftir politiskum og heimspekiligum ástøðum og ideum, harundir námsfrøðiligum hugsjónum, enn námsfrøðin eigur at lurta eftir politiskum áhugamálum.

 

(Greinin varð prentað í Sosialinum 10. januar 2025))

 

Sigri M. Gaїni

 

 

 

 

Greinarøð um gransking innan námsfrøði og útbúgving í Føroyum:

 

Sosialurin gevur í 2025  út eina greinarøð um  gransking inn­an námsfrøði og út­búgv­ing í Føroyum. Hetta er í sam­starvi við granskarar á Námsvísindadeildini á Fróð­skap­arsetri Føroya.