30 ára gamla kvinnan er dømd tvey ára fongsulsrevsing, 22 ára gamli maðurin fekk átta mánaðir og 33 ára gamli fekk eitt hálvt ára fongsulsrevsing í stóra rúsevnismálinum Fyri hálvum tíma síðani ? klokkan trý ? fall dómur hjá trimum av teimum fýra høvuðsákærdu í stóra rúsevnismálinum.
30 ára gamla kvinnan varð dømd tvey ára fongsulsrevsing, umframt at hald verður lagt á 120.000 krónur.
22 ára gamli maðurin skal inn at sita í átta mánaðir,og hjá honum verður hald lagt á 30.000 krónur.
33 ára gamli maðurin fekk eitt hálvt ára fongsulsrevsing, og hjá honum verður hald lagt á 40.000 krónur.
Umframt hetta skulu øll rinda sakarmálskostnað.