Narkotika funnið á føroyskum skipi

Íslendska løgreglan í Hafnafirði legði hósmorgunin hald á narkotika umborð á klaksvíksbátinum Ekliptika. Tríggir føroyingar eru skuldsettir í málinum.

Talan var um smáar mongdir av marijuana, sum íslendska løgreglan metti vera til egið brúk. Tríggir føroyingar vórðu eftir íslendskari lóg dømdir til at gjalda eina bót. Íslendski løgreglumaðurin, sum Portalurin tosaði við, sigur, at til ber ikki at upplýsa støddina á bótini ella hvørjir menninir eru.
Íslendska løgreglan ger ikki meira við málið. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at føroyska løgreglan ger onki við málið, men at eitt vakið eyga verður hildið við slíkum bátum.
Klaksvíksbátinum Ekliptika liggur ikki longur í Hafnafirði.