Fyrrverandi umstríddi danski politikarin, Naser Khader, kemur til Føroyar hósdagin. Tað er Kári Mikkelsen-Samskifti, sum hevur fingið vitjanina hjá Naser Khader í lag. í tí sambandi skal hann halda fýra fyrilestrar: ein í Norðurlandahúsinum og ein í Løkshøll. Hinir báðir eru fyri miðnámskúlanæmingum á Kambsdali og í Hoydølum. Hann fer millum annað at umrøða síðstu bókaútgávu sína, ´Bekendelser fra en kulturkristen muslim´, eins og støðuna í Sýria, sum eisini er føðiland Naser Khaders.
Tá ið in.fo fær fatur á Naser Khader, er hann júst lendur í Keypmannahavn eftir eina drúgva flogferð úr Washington DC, har hann gerandisliga arbeiðir sum grannskari innan Miðeystur. Hóast jetlag darvar orkuna, er hann kvikur við rósandi orðunum:
- Eg elski Føroyar. Eg elski alt við Føroyum – serliga lambskjøtið, sigur Naser Khader, meðan hann grínur hjartaliga hinumegin hornið. Orðini nærum flúgva úr munninum, og ferðin er øgilig tá Naser Khader tosar – orðini flúgva faktiskt smílandi og skemtandi. Honum dámar væl at skemta. Hóast hann áður hevur sýnt greiðar hugsanir mótvegis virðispolitiskum viðurskiftir í Føroyum, hevur hann eisini áður at prikað og skemtað um tað sama. Tað hevur viðført nakrar minniligar samanstoytir.
Anti-fundamentalistiska ”Khader-grýlan”
Tað eru júst tíggju ár síðani, at Naser Khader um føstulávintsmundið lat seg í føroyska búnan. ”Khadar-grýlan” varð hann nevndur. Hetta viðførdi ein samanstoyt við Tórbirna Jacobsen, sum var fólkatingslimur.
- Tórbjørn Jacobsen var ikki fegin um mína gerð. Tað fall heldur ikki í góða jørð í Føroyum, at eg umtalaði fosturtøkulógina neiligt. Einasta vónin mótvegis fundamentalismu er skemt. Vit mugu eisini minnast til at skemta, sigur Naser Khader.
- Føroyar eru norðanna muslimar, sigur Naser Khader víðari í einum priki.
Hvat hugsar tú um?
- Mær dámar væl at arga. Eg argi teg beint nú, men eg eri sannførdur um, at Føroyar hava ein felagsnevnara við fleiri muslimskum londum, letur í Naser Khader. Hann steðgar á.
- Átrúnaðurin skal virka fyri seg, og politikkur skal virka fyri seg, leggur hann afturat.
Hann greiður frá, at júst samantvinningin millum politikk og átrúnað viðførir, at hann sær líkheitir millum Føroyar og fleiri muslimsk lond. Eygleiðingar innan ymisk trúðarsamfeløg hava skumpað undir, at Naser Khader í dag kallar seg ein mentanarkristnan muslim. Eins og Naser Khader hevur funnist at virðiskonservativu tilgongdini í føroyskum politikki, finnist hann eisini at islam í nýggju bókini ´Bekendelser fra en kulturkristen muslim´.
Muslimar kunnu læra av Kristindóminum
Hóast Naser Khader ikki heldur, at átrúnaður og politikkur skulu ganga saman hond í hond, heldur hann, at Kristindómurin hevur stóran týdning fyri samfelagið. Islam kann enntá læra av Kristindóminum, sigur hann.
- Kristindómurin hevur nógv sympatisk trekk, sum muslimar kunnu læra av. Millum annað næstrarkærleikan. Kristindómurin hevur eisini Jesus í eygnahædd við Heilaga Andanum, sum er liðurin millum Gud og menniskjuna. Tað hevur mann ikki í Islam, sigur Naser Khader, sum hevur eina Masterútbúgving í teologi.
Naser Khader sigur at enda, at hann gleðir seg til allar fýra fyrilestrarnar. Mest av øllum gleðir hann seg tó til matin.
- Eg eri púra býttur í lambskjøti. Eg eri eisini púra býttur í Føroyum, sigur hann, áðrenn hann skal víðari. Naser Khader er nevniliga ein upptikin og umstríddur maður, sum elskar Føroyar hóast alt.