Natascha Kampusch ætlar at stevna løgregluni

Natascha Kampuch, sum var gísli í átta ár, er so misnøgd við arbeiðið hjá eysturríksku løgregluni, at hon umhugsar at stevna

Sveik eysturríkska løgreglan, og var hon viðvirkandi til, at Natascha Kampusch var gísli í einum kjallararúmi í Wien í samfull átta ár? Tann spurningin reisir Natascha sjálv nú, og hon umhugsar tí at biðja sín verja leggja sak ímóti eysturríkska statinum.

 

-Eg eri bæði skelkað og ill, sigur Natascha Kampusch, sum fyllir 20 í næstum. Fyri hálvum øðrum ári síðani fór navn hennara sum eldur um allan heimin, tá tað eydnaðist henni at flýggja frá Wolfgang Priklopil, sum burturflutti hana í 1998. Tá hon var flýdd, beindi hann fyri sær.

 

Natascha Kampusch og verji hennara hava illgruna um, at eysturríkska løgreglan gjørdi fleiri mistøk, tá hon kannaði málið, men at innanríkisráðið legði lok á alt fyri at forða fyri einari politiskari gølu upp undir tjóðartingsvalið á heysti í 2006. Eitt innanhýsisskjal, sum ein tingmaður hjá Teimum Grønu hevur lagt fram, bendir á, at løgreglan longu í 1998 fekk eina ábending um, at tað kundi vera Wolfgang Priklopil, sum hevði burturflutt Nataschu Kampusch. Men løgreglan slepti málinum.

 

-Vísir tað seg, at løgreglan kundi havt funnið gentuna beinanvegin við at kanna málið til fulnar, fara vit at leggja sak, sigur verjin hjá Nataschu Kampusch, Gerold Granger, við blaðið Der Standard.

 

Eysturríkski innanríkisráðharrin, Günther Platter, sum tók við aftan á valið í 2006, hevur sagt, at málið skal kannast út í æsir. Hann er eisini sinnaður at biðja óvildugar serfrøðingar taka sær av kanningunum.