Natasja og Annika taptu greitt á Akureyri

Føroyingaliðið, Haukar ferðaðist longu leiðina til Akureyrar í dag

Natasja Hammer skoraði trý mál og Annika Fríðheim Petersen vardi málið, tá lið teirra, Haukar tapti greitt 26-34 fyri verandi íslandsmeistarunum, KA/Þór.

 

Haukar vóru betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-14, men sum seinni hálvleikur leið økti KA/Þór um munin.

 

Fyri KA/Þór var tað avgerandi , at málverji teirra, Matea Lonac bjargaði 41 prosent av royndunum Haukar høvdu móti málinum hjá heimaliðnum.

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Haukar ímóti Ingibjørg Olsen og liðfeløgum hennara í ÍBV, og so vóna vit nógv føroysk mál og føroyskar bjargingar.

 

Nummar LiðDystirVJTStig
1 Fram54109
2 Valur44008
3 KA/Þór53117
4 Haukar52125
5 Stjarnan52034
6 HK51133
7 ÍBV41032
8 Afturelding50050