Natasja skoraði sigursmálið tá Haukar vunnu 2. hálvfinaluna

Í hálvfinaluuppgerðini millum Haukar og ÍBV stendur nú á jøvnum 1-1

Mynd: mbl.is

Í dag møttust liðini hjá Natasju Hammer og Ingibjørg Olsen, Haukar og ÍBV aftur.

 

Í dag var talan um aðru hálvfinaluna í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, har Haukar høvdu heimavøll á Hafnarfirði.

 

Talan bleiv um drúgvan og javnan dyst, ið fór til longda leiktíð. Endin var, at Haukar vunnu dystin 25-24. Natasja skoraði sigursmálið tá ein minuttur var eftir av longdu leiktíðini.

 

Natasja gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Haukum við fýra málum.

 

Samlaða støðan í hálvfinaluuppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum er nú javnleikur 1-1.

 

Triðja hálvfinalan verður leikt úti í Heimey komandi mikukvøld. 

 

Mynd: mbl.is