Nations League: Hesi flyta upp og niður

Nýggja kappingin hjá UEFA fær góð eftirmæli. Føroyar hava tryggjað sær plássið í deild C

Í gjár vóru seinastu dystirnir í Nations League bólkaspælinum. Kroatia, Spania, Italia og Holland hava vunnið seg í finaluumfarið í A-deildini, meðan tvey av Litava, Kýpros, Hvítarussland og Gibraltar flyta niður í deild D.

 

Mest óvæntaða flytingin er, at EM silvurvinnararnir úr Onglandi flyta úr deild A niður deild B, eftir ein vánaliga kapping. Tað eru røddir, sum halda at Ongland skal skift alandslisvenjara, nú bara hálvur annar mánaði er til HM byrjar.

 

Úr UEFA verður sagt, at Nations League kappingin hevur eydnast betri enn evropiska Fótbóltssambandið tordi at droyma um. Fyri smærru londini er tað ein lætti, at fáa skipað venjingardystirnar og at teir eru ímóti javnt góðari mótstøðu.

 

Fyri størri londini hevur tað leingi verið eitt ynski, at spæla móti øðrum stórtjóðum. Hartil hevur Nations League kappingin sett eitt sindur av ferð og skipan í til tíðir einkisigandi venjingarlandsdystirnar, sum tað vóru nógvir av fyrr.

 

Stóri taparin av Nations League kappingini eru stóru feløgini í Evropa. Eitt nú Jurgen Klopp, venjarin hjá Liverpool, hevur beinleiðis sagt at hann heldur at kappingin er ørskapur, tí spælararnir longu spæla ov nógvar kappingardystir.

 

Ein av høvðusorsøkunum til at Nations League er meira enn ein venjarakapping er, at úrslitið av kappingini verður brúkt til at styrkismeta londini til komandi EM lutakastið, sum verður 9. oktober. Her merkja góðu úrslitini, at Føroyar koma í styrkisbólk fýra av seks.

 

Her er eitt yvirlit yvir upp og niðurflytarar:

 

Víðari til finaluumfarið: Kroatia, Spania, Italia, Holland

 

Uppflytarar til deild A: Skotland, Ísrael, Bosnia/Herzegovina, Serbia

 

Niðurflytarar til deild B: Eysturríki, Tjekkia, Ongland, Wales

 

Uppflytarar til deild B: Turkaland, Grikkaland, Kasakstan, Georgia

 

Niðurflytarar til deild C: Armenia, Russland, Rumenia, Svøríki

 

Uppflytarar til deild C: Lettland, Estland

 

Niðurflytingarendaspæl: Litava, Kýpros, Hvítarussland, Gibraltar (Tvey flyta niður)