Fýra amerikanskir hermenn eru horvnir undir hernaðarvenjing í Litava.
Tað boðar amerikanska sendistovan í landinum frá í einum uppslagi á Facebook.
Sambært sendistovuni eru hermenninir vilstir í einum hernaðarligum venjingarøki kring Pabrade í eystara parti av landinum, tætt við markið til Hvítarussland.
Í køvld váttaði ein talsmaður fyri aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte, at hermenninir framvegis eru saknaðir.
Frammanundan segði aðalskrivarin, at hermenninir vóru deyðir, men talsmaðurin greiddi AFP frá, at talan var um eina misskiljing.
- Aðalskrivarin vísti á tíðindi, sum júst vóru komin fram. Hann váttar ikki, at teir fýra amerikansku hermenninir eru deyðir, men gjørdi vart við, at smálutirnir framvegis eru óváttaðir, sigur talskvinnan Allison Hart við fjølmiðlarnar.
Fleiri litaviskir miðlar, eitt nú almenna kringvarpið LRT, skrivaðu eisini fyrr í dag, at hermenninir verða hildnir at vera deyðir.
Litavska verjumálaráðið fekk í gjár umleið klokkan 16:45 fráboðan um, at hermenninir vóru horvnir. Harumframt var eisini eitt sporað akfar horvið.
Sporaða akfarið er funnið í einum mýrilendi, upplýsir amerikanski herurin sambært AFP, og leggur afturat, at leitingin eftir hermonnunum framvegis heldur fram.
Bæði amerikanskir og litaviskir hermenn, umframt litaviskir myndugleikar, luttaka í einum bjargingarátaki, sum byrjaði týsdagin.
Tyrlur frá litavisku flogverjuni eru eisini við í leitingini.
- Eg vil persónliga takka litaviska herinum og fyrstu hjálparfólkunum, sum skjótt komu at hjálpa okkum í okkara leitiátaki, sigur amerikanski generalløytnant Charles Costanza, skrivar tíðindastovan AFP.
Verjumálaráðfrúan í Litava, Dovile Sakaliene, boðaði mikudagin frá, at hon fer á venjingarøkið á Pabrade.
- Ráðfrúan fer har at kanna leiti- og bjargingararbeiðið og at vísa samhuga við amerikanarar, sigur ein talsmaður fyri skrivstovuna hjá verjumálaráðfrúnni, sambært LRT.
Fleiri enn 1.000 amerikanskir hermenn eru í Litava.
/ritzau/