NATO skal viðgera nýggjar hóttanir

Veðurlagsbroytingar fara at broyta trygdarstøðuna í heiminum munandi næstu árini

Mánadagin hevur vesturlendska verjusamgongan, NATO, toppfund í Brússel. Ríkisleiðarar úr londunum , sum eru limir í NATO, hittast fyri fyrstu ferð síðani 2019, at umrøða aktuell tygdarviðurskifti.

 

Eitt av málunum, sum skal viðgerast á fundinum, er, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu ávirka trygdarstøðuna í heiminum næstu árini. Jyllands-Posten skrivar, serfrøðingar halda, at veðurlagsbroytingarnar eru so umfatandi, at tær fara at ávirka trygdarstøðuna í heiminum munandi næstu árini.

 

– NATO skal viðgera tær trygdarpolitisku avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, sigur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sambært Jyllands-Posten.

 

Umframt kendu trygdaravbjóðingarnar frá Russlandi, Iran og yvirgangi skal NATO frameftir eisini hugsa um, at jørðin verður alt turrari, at stríð um vatn veður vanligari, at alt fleiri stórar fólkaflytingar verða av neyðstøðu, og at ódnir, skógareldar og yvirflóðir verða vanligari. Harafturat verður stríð um tilfeingið í arktiska økinum.

 

– Vit hava havt nógv kríggj um olju, men vatnið verður framtíðar olja. Vatntrot fer at fáa fólk at flyta úr einum øki til annað, og tað fer at skapa stríð. NATO verður tí noytt at viðgera veðurlagsbroytingarnar við størri álvara, sigur Tom Middendorp, sum er fyrrveranddi verjuovasti í Hollandi.

 

Broytta veðurlagið fer at seta nýggj krøv til hernaðarstøðir, flogfør og vápn, og NATO má eisini fyrireika seg til yvirflóðir, ekstremt veður og stóran hita. Toppfundurin mánadagin skal samtykkja eina 2030-ætlan, har veðurlagið hevur týðandi leiklut.