Føroya Skipara-og Navigatørfelag skipar við jøvnum millumbilum fyri tí, tey rópa "brúgvakaffi" á hølum felagsins í Smærugøtu.
Soleiðis bjóðar felagið nú aftur til brúgvakaffi, sum verður nú fríggjamorgunin hin 13. mars millum klokkan 10 og 12.
- Vit fáa vitjan av Sjóvinnustýrinum, og tey fara at greiða frá ymiskum spurningum, sum felagið hevur sett í samband við vinnubrøv.
Tað er soleiðis, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag ofta fær spurningar frá limum um, hví, hvat og hvussu við vinnubrøvum.
Á brúgvakaffinum fríggjamorgunin verður møguleiki hjá limum at seta Sjóvinnustýrinum spurningar um eitt nú vinnubrøv.
- Møtið fjølment, og nýggir limir kunnu eisini tekna seg, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.











