Esther Vón Skorheim, fødd 14. september 2011.
Hóast hon hevur tvey nøvn, so verður hon einans kallað Vón.
- Omma mín eitur Esther, og tá eg sum yngri vitjaði ommu, hoyrdi eg ofta søguna um Esther í Bíbliuni. So bæði tað, at omma kallast so, og at søgan um Esther er so vøkur, førdi við sær, at mær altíð hevur dámað navnið so væl. Frá tí eg var heilt lítil, havi eg viljað, at dóttir mín skuldi eita Esther, sigur Vígdis úr Klaksvík um fyrra navnið hjá lítlu dóttir sínari.
- Men vit ynsktu samstundis at geva henni eitt navn aftrat. Tað bleiv so Vón, sigur Jógvan, ið somuleiðis er úr Klaksvík.
Vildu hava eitt gott navn
Vígdis og Jógvan høvdu longu avgjørt navnið, áðrenn Vón varð fødd.
- Vit høvdu hugt gjøgnum allan navnalistan á netinum og valt eini sjey nøvn burturúr. Men tað var skjótt, at seks av nøvnunum vórðu vald frá, og eftir stóð Vón, sigur Vígdis.
- Ein av orsøkunum, at okkum dámdu so væl navnið, var tað positiva og gleðiliga, sum navnið umboðar. Tað er framskygt, og man setur tað í samband við nakað gleðiligt, sigur Jógvan.
Sambært Vígdis og Jógvan so tóku tey eina rætta avgerð viðvíkjandi navninum.
- Hon er eitt sovorðið lívsstykki, ið so at siga altíð er glað og spent. Ella sagt soleiðis, Vón hevur góða vón til lívið, sigur Vígdis flennandi.
Fødd 14. september
Av øllum døgum er tað ein, sum hevur serliga stóran týdning fyri øll fullveldissinnað, og tað er 14. september í 1946, tá føroyingar høvdu fólkaatkvøðu um loysing.
14. september hevur eisini ein heilt serligan týdning fyri Vígdis og Jógvan, men tað er ikki so nógv av politiskum áðum, men tá varð lítla Vón fødd. Tað var kanska ikki heilt tilvildarligt, at Vón varð fødd júst henda dagin hóast alt.
- Vígdis las niðri, tá hon var sett at eiga. Eg arbeiddi í Klaksvík og var samstundis í býráðnum tá. Men tá tað nærkaðist termin, fór eg niður, so eg kundi uppliva at vera til staðar, tá eg skuldi blíva pápi. Eg skuldi á býráðsfund 17. september, so tað var týdningarmikið, at Vígdis helst hevði átt tá, sigur Jógvan, ið varð valdur inn í Klaksvíkar býráð í 2008. Í fjør bleiv Jógvan borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
- Eg gekk so væl yvir, men fyri at Jógvan skuldi náa at blíva pápi, áðrenn hann skuldi heim, so valdu læknarnir at seta meg í gongd við tí úrsliti, at eg átti júst 65 ár aftaná nógv umtalaðu fólkaatkvøðuna, sigur Vígdis.
Í november 2011 kom Jógvan eisini á ting, tá floksmaður hansara, Kári P. Højgaard, varð landsstýrismaður.
- Tá eg fortaldi í Tinginum, hvussu gentan æt og hvønn dag, hon varð fødd, lat í øllum tjóðveldismonnunum, at tað var púra beint, at kalla hana Vón, tí føroyingar skulu varðveita vónina um eina framtíðar loysing, greiðir Jógvan skemtandi frá.
Vón á havnamáli
Nú Vón er vorðin so gomul, at hon er farin at tosa, dugir hon eisini at siga sítt egna navn. Men tað er ikki heilt sum ætlað.
- Vón úttalar navn sítt við ordiligum havna ó’i, men tað er nakað, sum vit royna at broyta uppá, sigur borgarstjórin í Klaksvík skemtandi.
Í Føroyum eru í dag umleið seks gentur, ið kallast Vón.