Eini 600 fólk hava higartil sæð leikin »Óndskapurin«, sum Hans Tórgarð hevur spælt á Gamla Meiarínum í okt. mánað. Leikurin byggir á skaldsøgu hjá Jan Guillou av sama navni, og snýr seg um hendingar úr lívi rithøvundans.
Leikurin hevur verið væl móttikin. Áskoðararnir halda hann verða eina sera beinrakna og skakandi mynd av harðsskapi, og leikarin Hans Tórgarð megnar á ein stillisligan og inniligan hátt, at lýsa teir ræðuleikar, ið rithøvundurin sum barn og ungur drongur, hevur verið úti fyri. Ein ummælari ið hevði sæð leikin segði m.a.: »Tað er ringt at siga nakað stutt um leikin, hann er skelkandi og so nógv er at hugsa um, einki svar er bara spurningar, og ein fær kensluna av, at tímin er komin til sjálvrannsakan. Um ein so hevur bukað nakran ella ikki«.
Men hví spæla ein tílíkan leik sum hendan? spyr »Gríma« í leikskránni. Áttu vit ikki heldur at goymt alt tað ræðuliga, sum býr innan í okkum, og ongantíð lova tí fram í dagsins ljós? Tað hevði jú verið nógv lættari..
Men so leingi sum óndskapurin stingur sín ljóta skort fram onkustaðni í heiminum, tað verið seg í Eystur Timor, millum nýnazistar í Berlin, ella handan stongdar dyr her í Føroyum, so er neyðugt at vísa á hann!
Og nú er so høvi hjá teimum, sum enn ikki hava sæð leikin, at síggja hann. Seinastu almennu sýningarnar verða á Gamla Meiarínum:
Hóskvøldið 21. okt. kl. 20.
Fríggjakvøldið 22. okt. kl. 20.
Leygarkvøldið 23. okt. kl. 20.
Sunnudagin 24. okt. kl. 16.
Síðani verður farið á bygd við leikinum, til framhaldsdeildir og miðnámsskúlar. Ætlanin er at hava eina almenna sýning í Vági 26. okt., nærri verður lýst hvar, og sunnukvøldið 31. okt. kl. 20 verður ein almenn sýning í Atlantis Bio í Klaksvík. Leikurin verður møguliga tikin uppaftur komandi vár.