Búskaparkreppan hevði sína stóru ávirkan á árfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum fríggjadagin, og staðfest varð, at fiskivinnan hevur tað sera trupult við verandi skipan Millum annað stendur í frágreiðingini, at seinasta árið hevur verið avbjóðandi fyri føroyska vinnu. Árið 2008 byrjaði við eini ábending um, at útlitini ikki vóru fult so góð sum undanfarin ár. Ongin væntaði tó, at fíggjarheimurin skuldi renna seg meira ella minni fastan í heyst.
Sonevnda fíggjarkreppan er vorðin búskaparkreppa um allan heim, og merkist hetta eisini í Føroyum. Flestu vinnugreinar merkja, at tað er fall í eftirspurninginum, og at tað er trupult at fáa fígging til nýtt og verandi virksemi. Nógvar fyritøkur hava verið noyddar at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar og hava sum úrslit av hesum sagt fólk úr starvi.
Byggivinnan og partar av útflutningsvinnuni eru millum tær, sum eru harðast raktar. Sera stórt virksemi hevur verið í byggivinnuni í fleiri ár, men eftirspurningurin steðgaði nærum upp í byrjanini av 2009.
Útflutningsvinnan er somuleiðis undir trýsti. Hetta tí, at fiskasløgini toskur og hýsa eru fallin munandi í prísi og nøgd, meðan tey bíligari fiskasløgini hava hildið prísin. Somuleiðis eru umstøðurnar fyri útflutning eru vorðnar nógv truplari, tí tað hevur verið sera torført at fáa trygging av keyparum orsakað av fíggjarkreppuni.
Fiskivinnan illa fyri
Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á, at føroyska fiskivinnan sum heild er illa fyri fíggjarliga. At úrslitini seinnu árini hava verið vánalig, og at fiskiskapurin minkaður. Og tí verður spurnartekin sett við skipanina av fiskivinnuni.
Og tí mælir Føroya arbeiðsgevarafelag til, at skipanin fyri føroyska fiskivinnu verður tikin upp til endurmetingar við tí fyri eyga at skipa eina vinnu, sum er lívfrøðiliga burðardygg og búskaparliga haldfør og gangnýtir tilfeingið á ein hátt, sum kastar mest møguligt av sær til bæði vinnuvirkir og samfelagið sum heild.
Frágreiðingin staðfestir somuleiðis, at gongdin í 2008 og higartil í 2009 hevur sett vinnuna undir trýst og kravt stórar tillagingar. Sum sæst í frágreiðingini, væntar felagið eisini, at tillagingar verða framdar innan tað almenna, eins og vinnuni verða veittir so góðir karmar sum gjørligt.