Síðan 1948 eru grundsjónarmið Sambandsfloksins óbroytt.
Við eini oddagrein hava Javnaðarflokkurin og Sosialurin enn einaferð avdúkað, hvussu ótrúliga tornæmir teir eru. Nú vilja teir aftur vera við, at Sambandsflokkurin er vorðin hamskiftur orsaka av at hann framvegis ætlar at reka sín politikk sambært grein 1. í stevnuskrá floksins, har greitt er tilskilað, - »at flokkurin altíð er til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar«, »ið hann heldur tæna fólkinum best«.
Høvuðsspurningurin er, og hevur altíð verið: Hvørjar broytingar skulu vit gera, og nær skulu hesar gerast?
Hesin spurningur var høvuðsevni á landsfundi Sambandsfloksins í 1995 og tá var semja um, at skilagott hevði verið við ávísum dagføringum av verandi heimastýrislóg. Sama evni var eisini til viðgerðar á okkara landsfundi í 1997.
Men okkara ætlanir um dagføringar vildi eingin annar flokkur vera við til. Javnaðarflokkurin vildi heldur tosa um eina heilt ókenda sjálvsstýrislóg. Fólkaflokkurin vildi hava eina samríkjalóg. Tjóðveldisflokkurin var framvegis tann sami, og vildi bert hava loysing. - Hetta orðið er síðani tá umdoypt til fullveldi.
Nú er, sum vera man, nógv hent á tí politiska økinum síðan okkara landsfund í 1995, og nógv av tí, sum hendi, hevði verið óheppið bæði fyri føroyingar og danir. Ikki ber til at siga, at bert annar parturin hevði skuldina av teirri orrustu, sum íkom, og sum elvdi til, at vit fingu tað núverandi landsstýri, ið er við at avbyrgja og førka okkum 50 ár aftur í tíðina.
Óvissan og tann stóri vandin, sum liggur í samgongunar politikki, hevur skundað undir umrøddu dagføringar, og tá ið eingin annar flokkur vil vera við til hetta týðandi arbeiði, sum vit meta fer at tæna Føroya fólki best, mega vit gera tað einsamallir.
Okkara dagføring er als ikki nakað ultimatum. Høvuðsendamálið í allari dagføringini liggur í at verja garð um verandi ríkiseind, men ikki bara tað. - Endamálið er eisini at styrkja okkara sjálvræði, - gera Føroyar meira sjálvbjargnar, - staðfesta, at Føroyar eru ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum, - varðveita og menna vælferðarsamfelagið o.m.a.
Hóast Javnaðarflokkurin mangan alment hevur grátið yvir, at hann ikki slapp uppí verandi samgongu, og hóast hann politiskt hevur víst seg at ligið sera nær við Tjóðveldisflokkin, so hevur hann kortini nú boðað frá, at hann vil varðveita verandi ríkiseind. Og júst tí er tað sera løgið, at bæði Sosialurin og Javnaðarflokkurin nú so brádliga eru bilsnir yvir, at hava funnið okkurt í okkara dagføring, sum eisini er nevnt í teirra ynski um somu ríkiseind, sum vit arbeiða við.
Javnaðarflokkurin og Sosialurin skulu tó hava stóra tøkk fyri, at teir nú loksins vilja viðganga, at tað kostar at vera treiskur í politikki - tað hava vit verið, og tað fara vit eisini framvegis at vera, - tann sum vinglar í politikki hevur ongan politikk.
Eg vil fegin enda við eini áheitan á Javnaðarflokkin og Sosialin um at gevast við teirra áhaldandi illgiting um vilja Sambandsfloksins til at styrkja verandi ríkiseind, við at gera neyðugar dagføringar, soleiðis at ríkisrættarligu viðurskiftini gerast heilt greið har tey í dag kennast ógreið. Tykkara álop í oddagreinini hósdagin hin 5. august í ár er bert til skaða fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men er hinvegin til stóran fyrimun fyri allar hinar flokkarnar, sum nú leggja alla sína orku í at loysa Føroyar úr ríkiseindini.
Sum eitt ískoyti til hesa grein vísa vit í blaðnum í morgin, tvey útklipp frá nevndu landsfundum Sambandsfloksins, og endurprenta somuleiðis eina »Sambandsrødd«, sum vátta okkara veruliga ynski um, at gera neyðugar dagføringar av verandi heimastýrislóg.
Hvat umrødda broyting skal eita, hevur minni týdning, og eigur ikki, so sum higartil kravt, at vera ein beinleiðis treyt fyri góðum samstarvi um felags áhugamál.
Trygvi F. Guttesen