Nei takk til ognarskatt!

Onki er so illiberalt sum ognarskattur!

 

Man skal ikki rænast at gjalda fyri nakað, sum ein sjálvur eigur, og har ið pengarnir, sum ein hevur goldið fyri, longu eru skattaðir einaferð fyrr.

 

Ognarskattur er onki minni enn at skatta fólk dupult og at máa støðið undan ognarrættinum!

 

Staturin skal ikki uppkrevja eina fiktiva inntøku frá borgarunum, og ei heldur skulu eini heim verða eitt skattaobjekt.

 

Í Havnini og aðra staðni fara fólk at verða tvungin at fara frá húsi og heimi, tí tey fara ikki at hava ráð at rinda ognarskattin, tí at virði á ognini fer at verða sett so høgt, at tey koma ikki at hava ráð at rinda hesa nýggju fiktivu skuldina, og mugu tískil frá húsi og heimi, tí at tey nú verða skattaði dupult, tí tey vildu seta føtir undir egið borð.

 

Kemur ognarskatturin so fellur síðsti frælsisskansin í Norðurlondum.

 

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, bæði yvir egnum landi og egnum pengum.

 

Við framburðskvøðu

 

Øssur Patursson