Í samband við HM-undankappingina hjá U21-landsliðnum hjá monnum er serliga, gula gólvið, sum vanliga eisini verður nýtt til steypafinalur, lagt á vanliga hallargólvið í høllini á Hálsi. Hetta gólvið plagar ikki at verða nýtt í landskappingarhøpi, men soleiðis hevur verið í dag.
Ein kvinnudystur er nevniliga eisini spældur í Høllini á Hálsi í dag. Oddaliðið í deildini, Neistin, tók ímóti nummar trý, VB.
Átta stig skiltu liðini undan dystinum, og tí var eyðsæð, at neistakvinnur vóru favorittar at vinna hendan dystin. Tað leikti tó javnt á í fyrra hálvleiki, har munurin ikki var størri enn so, at Neistin fór til hálvleiks við einari eittmálsleiðslu áljóðandi 14-13. Í seinna hálvleiki vístu neistakvinnur tó, hvar skápið skuldi standa, og endaðu tær við at vinna tryggan 32-26 sigur.
Úrslitið merkir, at Neistin, sum undan dagsins dysti var ájavnt í stigum við Kyndli, nú er einsamalt oddalið við 22 stigum. Tó hevur Neistin spælt ein dyst meir enn Kyndil.
VB er framvegis á triðja plássi við 12 stigum. Kyndilskvinnur á øðrum plássi hava 20 stig, og harvið er sera ringt at ímynda sær, at veruligur spenningur skal koma í stríðnum um, hvørji lið enda í finaluni.
Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:
Neistin-VB 32-26 (14-13)
Neistin: Eir Berg 9, Birita Ingolfsdóttir 8, Bára Hansen 6, Lilja Mohr 3, Barbara Johannesen 3, Ása Dam á Neystabø 2 og Brynja Høj 1.
VB: Maria Halsdóttir Weyhe 8, Danijela Mistric 6, Gurið K. Augustinussen 3, Bára K. Mortensen 3, Barbara K. Hjelm 2, Rúna M. Jacobsen 2, Helga Kjærbo 1 og Rannvá Johannesen 1.