Neistakvinnur vunnu í Hoyvík

Kvinnurnar hjá H71 tóku í dag móti Neistanum í Hvonnkappingini, og var hetta ein seinasti møguleiki hjá hoyvíkingum at hótta fjórða plássi, ið Neistin sótu á.

 

Hoyvíkingar løgdu best út, og vóru á odda meginpartin av fyrra hálvleiki við einum og tveimum tveimum málum, men tá ið einir sjey minuttir restaðu í av hálvleikinum fekk Neistaverjan betri fatur og tóku eina trýmálsleiðslu aftur, so at hálvleiksstøðan gjørdist 12-12.

 

Høvuðsamboðið hjá Neistanum at koma aftur var ein mansverja av toppskjúttanum hjá hoyvíkingum, Mariu Halsdóttir Weihe, og hendan mansverjan helt fram restina av dystinum.

 

Hetta úrslitaði í einum seinna hálvleiki, har hoyvíkingar ongantíð fingu sítt spæl at flóta. Neistin løgdu seg tíðliga í seinna hálvleiki á odda við trimum málum, og hesin munurin helt sær restina av dystinum, ið endaði við úrslitinum 23-26 til Neistan.