Kyndil-Neistin 18-28 (8-11)
Kyndil hevur enn ikki fingið nakað stig í ár, men fyri steðgin argaðu tær grannarnar eina góða løtu.
Ikki fyrr enn seinastu minuttirnar undan steðginum fekk Neistin togað seg avstað, men eftir steðgin skrædnaði av álvara. Neistin leyp upp á 21-11, og so var tað so sum so við spenninginum seinasta partin av dystinum.
Fyri Kyndil skeyt Jacklin Durhuus 5 av málunum. Trine Mayland skoraði 6 av málunum hjá Neistanum.