Neistakvinnurnar fingu bank

Hondbóltur: Áskoðararnir til dystin mikukvøldið fingu okkurt at skriva um til dagbókadagin. Tað man vera langt síðani at 1. kvinnulið Neistans hevur fingið ein sovorðnan umgang, sum talan varð um í hesum dysti

Neistin-VÍF 14-24 (5-11)


Neistakvinnurnar fingu ein dyggan undir vangan, tá tær mikudagin tóku ímóti vestmannagentunum. Beinanvegin frá byrjan sást, at tær gulu úr Vestmanna vóru nógv grammari og kvikari. Tá Nestin harumframt misti eitt av bestu álopskortunum, við tað at Katrin Dam á Neystabø koykti fótin eftir tveimum minuttum, lá líkasum í luftini, at hetta kundi gerast dekan ov tungt fyri havnargenturnar.


Frá fyrsta bríksli

VÍF byrjaði eisini nógv betur, og tá Neistin fekk fyrsta málið, eftir 10 minuttir, hevði Óluvá Djurhuus longu verið 4 ferðir inni í meskunum eftir bóltinum. Stílurin var so at siga longu lagdur hesa fyrstu løtuna, og vestmannagenturnar litu ongan tíð aftur um bak, tað sum eftir var av dystinum.

Serliga vóru tað tær báðar, Ioana og Jacklin, sum dusaðu sær ímillum meira og meira ráðaleysa Neistaliðið. Av teimum 11 málunum, sum VÍF fekk henda hálvleikin, fingu tær báðar 5 hvør.

Tá vestmannagenturnar í vikuskiftinum leiktu móti hinum havnarliðnum, skrivaðu vit, at høgra verjusíða teirra var sera opin. Soleiðis var eisni mikudagin, men heldur ikki neistakvinnurnar megnaðu at gera sær dælt av hesum. Tao fyrstu løtuna spældi Mildrid Jacobsen á vinstra vongi, men hóast hon hevði fleiri møguleikar, fekk hon bert tað eina málið. Síðani varð roynt eina løtu við Guðny Næs, men heldur ikki hon fekk stórvegis burtur úr.

Tá hetta er sagt, skal tó eisini viðmerkjast, at málverjin hjá mótstøðuliðnum eisini eigur stóran heiður, fyri at taka allar tær mongu royndir, sum vórðu tveittar eftir henni frá vonginum.


Sama skilið

annað umfarið

Seinna hálvleik byrjaði VÍF har tær sleptu í fyrra, og tá hálvleikurin var hálvrunnin høvdu tær skotið 6 mál, ímeðan Nestin bert hevði tveitt eitt brotskast í vestmannamálið.

Seinastu løtuna tóku tær gulu sær av løttum, og hóast Neistin teir síðstu 15 minuttirnar fekk fleiri mál enn yvirmaktin, so hevði hetta einans kosmetiskan týdning fyri úrslitið. VÍF fekk eisini í seinna hálvleiki víst, at tær hóast nógv tos um tað øvugta, hava aðrar streingir at spæla upp á enn Jacklin og Joanu. Neistin royndi nevniliga at mansverja báðar tvær samstundi, men hetta viðførdi einans, betri pláss varð til restina av viðleikarum teirra.


Eingin kundi hótta

Við tað at Katrin so at siga ikki var við í dystinum, var tað nærum bert Inga á Neistaliðnum, sum kundi hótta við skotum úti frá. Mikudagin mátti hon tó sanna, at skotini ikki sótu so væl, sum tey onkun tíð hava gjørt, og var fleiri ferðir, at bólturin støkk í træverkið og út, ístaðin fyri inn. Tá Inga so eina løta eisini varð mansvard, varð neistaliðið so at siga lamið, hvat viðvíkti skothóttanum. Marjun Jógvansdóttir royndi seg nakrar ferðir, men heldur ikki hjá henni vildi bólturin fara inn.

Tað tykist kortini løgið, at skothóttaninar frá Neistanum eru so fáar og spjaddar. Beinta og Birita Wardum hava í hvussu so er hæddina til at gera seg galdandi, men ivaleyst er hetta eisini ein spurningur um sjálvsálit. Í hvussu so er var tað sera sjáldan at tær royndu seg, og tá hetta so endiliga varð gjørt, var tað ongantíð meira enn hálvhjartað.


Annað skinn um bak

Hjá VÍF tykist hetta ikki at verða nakar trupulleiki. Ioana og Jacklin hava báðar eina øðiliga skotstyrki, at teirra sjálvsálit breiðir seg eisini til restina av liðnum, soleiðis at tær tora at spæla nógv meira frígjørt. Til tíðir gekk spælið sera væl, hóast tað eisini vóru nøkur teknisk lýti. Tað einu ferðina vóru tær t.d. 6 móti 3, orsakað av at Neistin hevði 3 útvísingar samstundis, uttan at tær megnaðu at skjóta upp á mál.

Verjan riggaði eisini sera væl, og og hóast Neistin gjørdu verjuuppgávuna óneyðuga lætta, skal einki takast frá vestmannagentunum fyri tað. Liðið er eisini rættuliga ungt, so tað áttu at verið góðir møguleikar fyri at ment einstøku leikararnar, umframt samanspælið teirra millum, so samanumtikið kann hetta gerast eitt rættuliga spennandi kappingarár fyri kvinnuliðið hjá vestmenningum.

Neistakvinnurnar skulu hinvegin taka annað skinn um bak, skulu tær standa seg nøkunlunda í kappingini. Skulu tær megna nakað sum helst móti ovaru liðunum í kappingini, verða tær noyddar at geva seg minst 100% í hvørjum dysti, soleiðis sum gjørt varð, tá tær seinasta vikuskifti mundu »stolið« bæði stigini frá VB.


Málskjúttar:

Neistin: Inga F. Danberg 5 (3), Mildrid Jacobsen 3, Gunnleyg Berg 2, Bjørg Patursson, Marjun Jógvansdóttir, Susan Brockie og Birita Wardum 1

VÍF: Ioana Rapa 10 (3), Jacklin Durhuus 7, Eyðna Johannesen 3, Fríða Johannesen, Óluvá Poulsen, Angeli Joensen og Randi Kúrberg 1

Brotskøst: Neistin 4 - VÍF 3

Gul kort: Neistin 1 - VÍF 3

Útvísingar: Neistin 5 - VÍF 3

Diskvalifikatiónir: Neistin 1

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen