Óvirðiligt og ósømiligt. Hesi bæði orð lýsa væl ódámliga glantrileikin, sum havnarborgarar vóru áskoðarar til farna heyst, tá nýtt býráð skuldi skipast í høvuðsstaðnum. Tað má vera nærum heimsmet, at fýra samgonguskjøl vórðu undirskrivað upp á tvey døgn.
Nógv varð skrivað og sagt eftir glantrileikin í høvuðsstaðnum. Sterk lýsingarorð sum orðloysingar, óreiðiligt, lokabrøgd, lyftisbrot og svik vórðu fleiri ferðir havd á lofti í november mánaða í fjør, tá óskilið leikaði á.
Tveir av høvuðsleikarunum í glantrileikinum í Havn, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, hava á ongan gloymt náttina til 10. november í fjør.
Í góðveðrinum seinasta mikudag bjóðaðu vit 47 ára gamla fyrrverandi borgarstjóranum, Jan Christiansen, og 59 ára gamla sitandi borgarstjóra Heðin Mortensen at sita andlit til andlits í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Stríðshanarnir frá í fjørheyst vóru fúsir at taka av innbjóðingini.
Hvørgin heldur orð
Jan, hvat dámar tær við Heðini?
-Ja, skalt tú siga nakað positivt um Heðin Mortensen, kanst tú siga, at hann er ótrúliga energiskur.
Er tað nakað, tær ikki dámar við honum?
-Ja, tað er tað sjálvsagt. Tað er ikki heilt óvæntað tað at halda orð. Tað er so ikki ein maður, tú kanst stóla upp á.
Heðin, hvat dámar tær við Jan Christiansen?
- Tað, sum mær dámar við Jan Christiansen er, at hann er fryntligur, og lættur at koma á tal við í tí dagliga. Ja, hann er kanska ov lættur onkuntíð, vil eg siga.
Er tað nakað tær ikki dámar við honum?
-Tað veit eg ikki. Tá tú ert í politikki, so eru tað ávísar avtalur og annað sovorið, sum skulu haldast. Hjá honum er tað eisini hetta við ikki at halda orð og avtalur.
Hvat meinar tú ítøkiliga við?
-Tað veit eg ikki, um eg vil útdýpa. Tað er ymiskt, sum gongur aftur fleiri ár.
Jan, er nakar grundleggjandi munur á tær og Heðini?
-Eg haldi tað er ein grundleggjandi munur. Nú skal eg ikki gera okkum politikarar betri enn vit eru, tí okkara fremsta mál er altíð at blíva valdir. Eg haldi ein grundleggjandi munur á mær og Heðin er, at Heðin hugsar fyrst og fremst um atkvøðurnar, og síðan hvønn politikk, hann vil reka aftaná.
Eg haldi hinvegin, at eg fyrst hugsi um politiska málið, eg havi sett mær fyri, og síðan mugu veljararnir gera av, um teir eru samdir við mær ella ikki.
Heðin, hvat sigur tú til hasa útsøgnina ?
-Ja, hatta má vera ein útsøgn hjá Jan, tí hatta passar ikki. Eg haldi hinvegin, eg havi altíð borið orð fyri at hava sett mær mál, sum eg havi roynt at útføra. Eg haldi, at tey allarflestu málini hava eydnast, tí annars hevði eg ikki sitið sum politikari í Tórshavnar býráð øll hesi árini.
Eg haldi annars ikki tað er nakar grundleggjandi munur á okkum báðum, tí vit eru báðir politikarar. Jan roynir at fáa atkvøður til eitthvørt val, og tað geri eg eisini, men vit gera tað kanska upp á hvør sín máta. Tað er ein spurningurin, hvussu tú velir at selja teg upp á.
Býráðsarbeiðið knýtir
Jan, minnist tú, hvar tú møtti Heðini fyrstu ferð?
- Ja, eg havi sjálvandi møtt Heðin, áðrenn eg fór upp í politikk( Jan varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1984, blðm). Eg haldi fyrstu ferð, eg møtti Heðin, var úti í Havnar Róðrarfelag, tá húsið hjá teimum var rættiliga nýtt. Hetta hevur verið í 1974.
Heðin, minnist tú eisini hetta sum fyrstu ferð ?
-Ja, tað skal passa væl sum Jan sigur. Annars havi eg altíð kent Jan. Beiggja hansara Viggo lærdi hjá Wenzel, tá eg arbeiddi har, og í tí samanhanginum kom Jan ofta framvið hjá Wenzel.
Jan, eru tú og Heðin væl í tí dagliga?
-Nú veit eg ikki, hvat tú leggur í væl. Eg og Heðin eru ongantíð komnir somu støð, og vit ganga heldur ikki í føðingardag hjá hvørjum øðrum. Vit koma ikki saman privat, men sjálvandi eru vit á talufótum.
Heðin, er tað eisini tín fatan?
-Ja, tað er rætt. Vit eru ikki saman í tí privata. Tað hevur altíð verið serliga býráðsarbeiðið, sum hevur knýtt okkum saman.
Jan, er tað nakar eginleiki við Heðini, tú øvundar?
-Ja tað er. Nú haldi eg, at Heðin brúkar fjølmiðlarnar í so nógv. Hann dugir í so væl at koma í fjølmiðlarnar. Tað er ein góður eginleiki í politikki at fáa fjølmiðlarnar við tær, og tað dugir Heðin væl. Hatta hevði tonkt mær at duga í størri mun.
Heðin, er tað nakar eginleiki við Jan, tú øvundar?
-Tað vil tað altíð vera. Í politikki er tað altíð onkur, sum hevur nakrar eginleikar, sum onkur annar ikki hevur. Eg dugi kortini ikki siga akkúrat, hvør eginleiki við Jan, eg hevði viljað havt.
Heðin, Er Jan Christiansen broyttur gjøgnum árini?
- Ja hann er broyttur nógv. Hann er meira jørðbundin nú, enn hann var, tá hann kom upp í politikk. Hann er búnaður nú gjøgnum tíðina, og Jan er eisini blivin ein betri politikari við árunum.
Jan, er Heðin Mortensen broyttur við árunum?
Ein stórur munur á okkum er, at Heðin er 12 ár eldri enn eg. Hann var familjumaður og hevði børn, tá eg kom í politikk, meðan eg var ein stórur tannáringur. Eg rokni við, at eg eri broyttur nógv meira enn hann. Heðin er ikki broyttur tað stóra, uttan at hetta er tann triði flokkurin, hann er í, síðan eg varð valdur í býráðið. Hann er tann sami maðurin bara í trimum ymiskum flokkum.
Valnáttin
Jan, nívir valnáttin í fjørheyst teg framvegis?
-Eg visti, tá eg setti meg í borgarstjórasessin, at tað kundi bara varða í fýra ár, so eg var fyrireikaður upp á at lata borgarstjórasessin frá mær. So er tað sagt. Hinvegin havi eg ongantíð í lívinum verið svikin so nógv sum tað kvøldið. Ongantíð.
Eg havi ongantíð mist so nógv fyri einum persóni so skjótt. Tað svíðir at vera svikin, men politikki mást tú liva við tí. Tú hoyrir ofta, at politikkur er ljótur og fúlur, men tað havi eg ongantíð skrivað upp á. Hatta var so tað einasta dømi, eg kenni til, at politikkur er rættiliga ljótur.
Heðin, hugsar tú nakrantíð aftur avgerðina tú tókst eftir býráðsvalið 9. november?
-Sjálvandi hugsi eg um tað, men tað er ikki nakað, eg hugsi um hvønn dag. Skal eg vera heilt erligur í dag, og hyggja aftur, so var tað heilt avgjørt rætta avgerðin. Eg havi eisini verið svíktur mangan í politikki.
Tú kanst kanska siga, at eg havi lært av Jan. Eftir býráðsvalið í 1996 høvdu vit eina klokkuklára avtalu um halda fram í samgonguni, men tá virkaði Jan Christiansen fyri, at vit endaðu uttanfyri ávirkan, tá hann á miðari nátt gjørdi eina avtalu í Kaldbak. Tá metti eg meg ordiliga svíktan , tí vit høvdu eina greiða avtalu áðrenn.
Heldur tú framvegis at tað var ein røtt avgerð at skifta flokk?
-Tú mást minnast, at eg fór ikki úr flokkinum, men eg varð útihýstur. Leiðslan í Sambandsflokkinum valdi at blanda seg í kommunupolitikk, og tað eigur hon ikki. Eg hugsi framvegis av og á um avgerðina og eg angri ikki avgerðina ein dag, tí innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum var blivi ov stórt eftir ósemjur í fleiri ár.
Eg tvíhaldi framvegis um, at Tórshavnar býráð hevði brúk fyri einum stýri, og tí var avgerðin hjá mær neyðug. Eg kundi snøgt sagt ikki halda fram í Tórshavnar býráð við Jan Christiansen sum borgarstjóra, og tískil var avgerðin røtt.
Framtíðar samstarv
Jan, kann tað koma upp á tal, at tú fert í býráðssamgongu við Heðin Mortensen aftur?
-Í politikki mást tú ongantíð klamsa eina hurð aftur. Men eg vil í hvussu ferð ímynda mær, at tað verður torført, og hann verður ikki tann fyrsta loysnin í samráðingum, men tú skalt ongantíð siga ongantíð.
Tá tú gert eina samgongu, so er tað sum eitt hjúnarlag. Tú ert ikki giftur við einum persóni, sum tú slettis ikki hevur álit á, og tí vil tað vera torført at gera eina samgongu við ein persón, sum til ein og hvørja tíð kann svíkja teg fyri sín egna fyrimun. Hetta vil vera ein sein loysn.
Heðin, hvussu metir tú útlitini vera fyri einum framtíðarsamstarvið við Jan?
-Ja, eg meti tað er møguligt. Tú kanst ikki brúka gamalt agg til nakað sum helst, eg kann sum einki gera samgongu við Jan Christiansen einaferð í framtíðini. Endamálið í politikki er at fáa framt nøkur ting og tað dragar seg ikki persónarnar í samgonguni.
Fakta: Heðin
Heðin Mortensen
59 ár
Borgarstjóri
Føddur í Trongisvági
Búsitandi í Havn
Fakta: Jan
Jan Christiansen
47 ár
Býráðslimur og lærari
Føddur í Havn
Búsitandi í Hoyvík